Meinhard E. Olsen skrivað sáttmála við NSÍ

Meinhard

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Meinhard Egilsson Olsen, hevur í kvøld skrivað sáttmála við NSÍ sum knýtir hann at besta liðnum restina av kappingarárinum.

Meinhard, sum er 16 ár, spælir sum áleypari á okkara U-16, U-18 og menningarliði, umframt at hann venur fast við Effoliðnum.

Sína debut á besta liðnum, fekk hann í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, tá NSÍ vann 4-0 móti Skála á Skála herfyri.

Sambært www.faroesoccer.com er Meinhard skrásettur fyri 11 U-17 landsdystir fyri Føroyar.

Okkara U-18 lið er oddalið í landskappingini eftir at fimm umfør eru leikt. Her er Meinhard toppskorari við 6 málum.

 

Líknandi tíðindi