Marjus Nón á U19 landsliðið
|

Marjus Nón á U19 landsliðið

Spennandi, framrættaða talentið hjá okkum, Marjus Nón, er úttikin til U19 landsliðshópin, sum í næstum skal til EM-undankapping í Kroatia.

Marjus er ein av okkara ungu leikarum, ið má metast at verða á gáttini til bróta seg inn á besta liðið. Hann hevur longu fingið sínar fyrstu minuttir í bestu deildini, tá vit vóru í Gundadali í 2. umfari og spældu móti HB. Her fekk Marjus eitt gott korter á vøllinum. Hóast tað ikki blivu til fleiri dystir á besta liðnum í ár, er Marjus skrásettur fyri ikki færri enn 40 dystir og 9 mál við 1. deild og U21.

Mótstøðan í U19 EM-undankappingini eru: Kroatia, Ísrael, Finnland. Venjarar hjá U19 landsliðnum eru Sigfríður Clementsen og Djóni N. Joensen.

Vit ynskja Marjusi til lukku við úttøkuni, og bestu eydnu á túrinum!

Líknandi tíðindi