Málveitsla: Skála-NSÍ 1-5

NSÍ vann greiðan 1-5 sigur á Skála í dag. Málini skutu Klæmint trý, og Magnus og Árni hvør sítt.

Nakað av iva hevði verið um veðrið um vikuskiftið, og hevði hetta ávirkað aðrar dystir. Men veðrið a Skála var fínt í dag, og áskoðararnir fingu ein lívligan dyst við nógvum málmøguleikum til bæði liðini.

NSÍ byrjaði við somu manning sum seinast: Andras, Jónhard, Per, Einar, Monrad, Árni, Magnus, Sjúrður, Andy, Jann Martin og Klæmint.

NSÍ fekk best hugsandi byrjan, tá Klæmint longu í 9. minutti fylgdi einum bólti upp, sum málmaðurin ikki megnaði at halda. So var 0-1.

Skála legði seg eftir at pressa høgt á vøllinum, og tað gav teimum fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki, sum teir tó ikki megnaðu at gagnnýta. Hinvegin fekk NSÍ gott pláss at spæla á kantunum og at spæla bóltin inn um Skála-verjuna. Hetta gav NSÍ fleiri møguleikar og fleiri mál.

Andy og Árni vóru eyðsýndir á kantunum og løgdu fleiri góðar avleveringar innfyri í fyrra hálvleiki, men ofta kom ikki rættiligt skot á, ella megnaði Skála-verjan at koma fyri skotini.

Í 18. minutti kom ein bóltur innfyri til úr høgru síðu Klæmint, men hann fekk ikki rættiliga skot á. Og í 20. minutti var sama støðan, tá Andy sendi bóltin innfyri úr høgru til Árni og síaðni Magnus. Árni tók eitt skjótt fríspark innfyri úr vinstru síðu í 21. minutti. Klæmint og Andy tveittu seg eftir bóltinum, og Andy sendi hann upp um málið. Klæmint var í kapprenning við Skála-verjuna í 24. minutti, men skotið varð blokerað av einum skálamanni. Í 25. minutti varð Klæmint feldur í brotsteiginum eftir innlegg frá Jónhard, men dómarin lat ikki við seg koma.

Spælið gekk skjótt fyri seg, og Skála kom til fleiri kjansir. Í 18. minutti gjørdist ein skálamaður fríur í vinstru síðu, men Andras tók skotið. Og í 19. minutti sendu teir eitt langskot framvið NSÍ-málinum. Í 21. minutti var nær við, tá Andras noyddist at fara út við ferð móti einum skálmanni eftir skjótálop. Tíbetur fór bólturin við síðuna av NSÍ-málinum. Skála royndi seg við skoti úr vinstru síðu í 33. minutti.

NSÍ hevði fleiri góð álop, og eitt tað besta endaði við máli til 0-2, tá eitt uppspæl frá høgra bakki í 32. minutti ferðaðist umvegis vinstra bakk og út á vinstra kant, har Andy legði bóltin perfekt innfyri til Klæmint, sum høvdaði hann upp í handara horn – eitt sera vakurt mál.

Í 36. minutti sendi Monrad ein bólt flatt til Magnus, eftir gott uppsæl í vinstru síðu, men skotið bleiv blokerað. Men í 37. minutti bragdaði aftur. Skjótt smáspæl hjá NSÍ endaði við, at Andy spældi bóltin við hælinum aftur um seg til Magnus, sum skjeyt hart og flatt høgru meðin málmannin til 0-3.

Jann Martin sendi bóltin upp um í 41. minutti, og Árni gjørdi tað sama í 44. minutti.

Skála høvdu somuleiðis ein møguleika í 44. minutti, men innleggi úr høgru síðu, varð høvdað við síðuna av.

Í hálvleikinum sat ein við eini kenslu av, at NSÍ, hóast 3-0 leiðslu, kundi havt fingið fleiri mál. Hinvegin hevði Skála havt fleiri møguleikar, sum somuleiðis kundu havt givið mál. Skálamenn høvdu stríðst manniliga, men høvdu einki fingið burturúr. Kanska hevði eitt varligari útlegg roynst betur hjá teimum, eftirsum høga leikferðin kundi roknast við at vera slítandi.

Klæmint var nær við at økja leiðsluna í 55. minutti, tá hann ikki rættiliga fekk skot á eitt innlegg frá Árna úr høgru síðu.

Ein skálamaður fekk mestsum bóltin forerandi í góðari støðu í 56. minutti, men Andras tók bóltin, ið var ávegis móti trýkantinum. Og í 59. minutti hevði Skála tvey innlegg, men uttan endaligt úrslit.

Jann Martin hevði ein góðan møguleika, tá Andy spældi hann fríðan úr vinstru síðu, men skotið var ov spakuligt, og gav tí ikki málmanninum stórvegis trupulleikar.

Í 56. minutti noyddist Per av vøllinum við skaða, og kom Meinhard E. Olsen inn ístaðin. Liðið varð umskipað soleiðis, at Sjúrður fór á vinstra bakk, Monrad í miðverjuna, Jann Martin mitt á miðjuna og Meinhard í álopið.

Um hetta mundi legði Skála meiri fyri, eftirsum at okkurt skuldi gerast skjótt, um nakað skuldi fáast burturúr dystinum. Fyrst høvdu teir eitt gott álop í vinstru síðu, har skotið varð blokerað til horna, og í 68. minutti eydnaðist tað Brian Jacobsen at skora eftir horna úr vinstru síðu. So var støðan 1-3.

Eini tvey vandamikil álop vóru aftrat. Í fyrra førinum endaði skotið beint á Andras. Og í tí seinna fekk lukkutíð eingin skálamaður fótin á bóltin, tá gott spæl í vinstru síðu endaði við fløtum innleggi.

Haraldur kom á vøllin fyri Jann Martin í 76. minutti. Løtu seinni megnaði Monrad í seinastu løtu at takla bóltin, tá ein skálamaður fór við ferð inn í brotsteigin.

Móti endanum varð Meinhard feldur í vinstru síðu, og tíverri bríkslaði dómarin fyri frísparki, tá Árni longu var komin í góða støður í brotsteiginum.

Í 88. minutti skoraði Árni til 1-4 við innleggi frá Klæmint úr høgru síðu. Og í 93. minutti skoraði Klæmint enn eina ferð til endaligu støðuna 1-5.

Við hesum tók NSÍ seg upp á fyrsta pláss í EFFO-deildini við betri málúrtøku enn B36 og KÍ, sum somuleiðis hava vunnið báðar sínar fyrstu tveir dystir.

Komandi sunnudag taka vit móti AB við Løkin. AB hevur higartil vunnið á útivølli móti Víkingi og tapt heima móti B36.

Skála-NSÍ 1-5
9′ 0-1 Klæmint A. Olsen
30′ Gult kort Einar Tróndargjógv
32′ 0-2 Klæmint A. Olsen
35′ Gult kort Edvin Jacobsen (Skála)
37′ 0-3 Magnus H. Olsen
68′ 1-3 Brian Jacobsen
77′ Gult kort Andras Frederiksberg (Skála)
83′ Gult kort Teitur R. Joensen (Skála)
88′ 1-4 Árni Frederiksberg
93′ 1-5 Klæmint A. Olsen

NSÍ: Andras, Jónhard, Per (56′ Meinhard), Einar, Monrad, Andy, Magnus, Sjurður, Árni, Jann Martin (76′ Haraldur), Klæmint.

Líknandi tíðindi