Málmansvenjing
Í dag byrja vit við málmansvenjing.
Venjingin er mikudag frá kl 17-18, og vit byrja so í dag. Venjari er Johannus Hansen.
Føroyska U-17 landsliðið, sum í hesum døgum, luttekur í EM kappingini í Luxemborg, mátti leggja rygg til eitt 5-0 tap móti Fraklandi seinnapartin í dag. Hálvleiksstøðan var 3-0. Her er nøkur hagtøl fyri dystin: Skot á málið: Frakland 14 – Føroyar 0 Skot við síðuna av málinum: Frakland 8 – Føroyar 3 Hornaspørk: Frakland 9 –…
Í dag kl 16.30 byrja U8 dreingir at venja Venjari er Rógvi Poulsen Venjingartíðirnar eru/blíva: mánadag og mikudag frá kl. 16.30 til 17.30
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi í gjár fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Eysturríki. Mótstøðuliðið var Sveis, og endin gjørdist, at sveisar vunnu dystin 3-0. Tað vóru ikki spæld meir enn 12 sekund av dystinum, so lá bólturin í føroyska málinum. Eftir skjótt uppspæl í vinstru, varð bólturin sendur væl innfyri,…
Venjingartíðirnar fyri ymisku deildirnar og liðini, eru nú at finna á heimasíðuni. Her er eisini yvirlit yvir venjararnar. Við at trýsta á bjálkan “Venjingartíðir” omanfyri ber til at klikkja seg inn á venjingartíðirnar 2010. Venjingartíðirnar nevndar omanfyri verða
19. februar skipa NSÍ stuðlar fyri innandurakapping í Bylgjuni í Runavík fyri yngru liðini. Fimm leikarar eru á hvørjum liði, og møguleiki er at hava ein eykaleikara við. Kappast verður í aldursbólkunum:DreingirU15 (árg 2008 & 2009)U13 (árg 2010 & 2011)U11 (árg 2012 & 2013)U9 (árg 2014 & 2015)U7 (árg 2016 & 2017) GenturU16 (árg 2007,…
Fundurin byrjar kl. 19.30 í kantinuni í skúlanum við Løkin. Skráin verður sambært lógum felagsins. Sí viðtøkur felagsins niðanfyri: Fundarskr᧠8.Aðalfundurin verður hildin eftir hesi stevnuskrá: Val av fundarstjóra.Val av skrivara.Formansfrágreiðing (Starvsnevnd) fyri undanfari ár.Grannskoðaður roknskapur verður framlagur til samtyktar.Formansfrágreiðing (Fótbóltsnevnd) fyri undanfari ár.Møgulig uppskot frá nevndini.Innkomin uppskot.Val av starvsnevndarlimum við tiltakslimum.Val av fótbóltsnevnd við…