Betri-liðini

Magnus H. Olsen og Monrad gjørt sáttmála

Magnus H. Olsen hevur gjørt avtalu við NSÍ.

Evnaríki 24-ára gamli leikarin, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling í B71, hevur seinastu trý árini leikt við B36. Magnus er fjøltáttaður leikari, sum kann leika ymsa staðni á vøllinum. Seinnu árini hevur hann mest verið verjukendur, men álopstalentið er ikki sørt. Á myndini omanfyri fegnast hann saman við liðfeløgunum í 3-0 sigrinum hjá B71 á HB í Gundadali í apríl í 2007. Magnus skjeyt øll trý málini í tí dystinum.


Ein av evnaríku ungu leikarunum hjá NSÍ, tann 19-ára gamli Monrad Holm Jacobsen, hevur somuleiðis skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið fyri komandi ár.

Monrad hevur sum liðskipari á unglinga- og fyrstudeildarliðunum hjá felagnum havt eitt sera virkið kappingarár. Her hevur hann eisini mest leikt á miðjuni, hóast hann upprunaliga er verjuleikari.

Líknandi tíðindi