Magnus dagsins maður móti EB/Streymi

Tit hava valt Magnus H. Olsen til dagsins mann í dystinum móti EB/Streymi 18. august. Vit vunnu dystin 1-0 og høvdu nógv gott spæl. Magnus var partur av eini vælvirkandi miðju, og hava heili 31 % av tykkum givið honum tykkara atkvøðu.

Málskjúttin, Árni Frederiksberg, fekk 18 %, meðan Jónhard Frederiksberg fekk 10 % á triðja plássinum.

Í kvøld kl. 18 fara okkara dreingir á vøllin í Gøtu at dystast móti steypavinnarunum í Víkingi. Hóast veðrið neyvan verður nakað serligt, fer ein spennandi og jøvn uppgerð ivaleyst at fløva. Vónandi møta vit fjølment.

[poll id=”65″]

Líknandi tíðindi