Lutakast um Løgmansteypið. NSÍ møtir AB
Í kvøld var so lutakast um fyrsta umfar í kappingina um Løgmansteypið. NSÍ møtir AB á heimavølli tann 25 apríl.
Í kvøld var so lutakast um fyrsta umfar í kappingina um Løgmansteypið. NSÍ møtir AB á heimavølli tann 25 apríl.
Skrivað hevur Jan Rasmussen Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Dagsins fjeppari er Uni Leitisstein Hansen, sum borðreiðir við hugleiðingum um illar hanar og NSÍ-kempur, og sum gevur okkum uppskriftina uppá sigurin í morgin. Navn og aldur? Uni Leitisstein Hansen, 38 ár Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin,…
NSÍ spældi í kvøld javnt 2-2 á Eiði. Eb-Streymur var frammanfyri 1-0 í hálvleikinum, men eftir ca 20 min inn í seinna hálvleiki eydnaðist NSÍ at javna til 1-1, Árni Frederiksberg knallaði bóltin í kassan. NSÍ stríddist fyri at fáa eitt mál avtrat, fyri at vinna dystin, og legði trýst á Eb-Streym. Men tá so…
Per Langgaard hevur í kvøld skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÍ. Per hevur í ár leikt í miðverjuni hjá NSÍ, og hevur verið ein av stuðulsleikaranum, og vit fegnast um, at hann nú hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála. Per er 26 ára gamal og hevur leikt 92 dystir í bestu deildini,…
Tit hava valt Árna til dagsins mann i dystinum móti B68 á Svangaskarði seinasta sunnudag. Árni fekk 32 % av teimum íalt 147 givnu atkvøðunum. Árni var serliga eyðsýndur í fyrra hálvleiki, tá NSÍ hevði yvirtakið, og alt bar til. Hann var við í uppleggunum til bæði málini hjá Klæmint. Og dupulti málskjúttin, Klæmint, gjørdist…
Fjepparin hesa ferð er Johnny Lamhauge, sum mangan er at finna handan leiktjøldini í hondbólti og øðrum ítrótti her á staðnum, og sum altíð er fúsur at rætta ein hjálpandi hond. Navn og aldur? Johnny Lamhauge, 29 ár Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar? Ja, rímuliga…
Tit valdu Christian Høgna Jacobsen, liðskipara og dupultan málskjútta til dagsins mann í dystinum móti KÍ seinasta leygardag. Vit vunnu 2-1 í einum sera lívligum og spennandi dysti í góðum summarveðri í Klaksvík. Christian Høgni skoraði útjavnandi málið uppá brotsspark, eftir at hann varð feldur í brotsteiginum. Og móti endanum av dystinum var hann hægstur…
Ongar vørur eru í kurvuni