Leivur, Betuel og Meinhard úttiknir til U-17 landsliðið

Tríggjir av okkara evnaríku leikarunum eru úttiknir til føroyska U-17 landsliðið. Leikarnir eru Leivur Højgaard, Betuel Hansen og Meinhard Olsen. Allir leikarnir hava verið partar av U-15 landsliðnum í 2010 og 2011, umframt at Meinhard eisini var við U-17 landsliðnum í 2011.

6. til 11. august verður NM-kapping fyri U16-landslið í Føroyum. Føroyska U16 liðið er komið í bólk saman við Finnland, Norra og Onglandi, sum er gestalið til NM-kappingina. Fyrsti dystur í kappingini verður 6. august, tá Føroyar U16 møta Onglandi U16 í Klaksvík.
U17 landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava úttikið hesar 18 leikarar til kappingina: Aron Clementsen, Dan Í Soylu, Steintór Fagradal B71 Meinhard Olsen, Bethuel Hansen, Leivur Højgaard NSÍ Johannus Hansen, Hákun Edmundsson B68 Benjamin Heinesen B36 Dánjal Godtfred FC Suðuroy Jákup F Hansen HB Levi Jøkladal ÍF Jóannes Bjartalíð Elias Rasmussen Víkingur John Johannesen Frederiksen Brøndby IF, DK Jógvan Andreas á Lað Jacobsen FC København, DK Emil Rom Madsen FFI (Fredrikshavn), DK Absalon Eliasen Randers, DK

Hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu.

Myndin er tikin í juli 2010 tá U-15 liðið var í Aberdeen. Frá vinstru Meinhard, Leivur og Betuel

 

Líknandi tíðindi