Felagið

Leivur, Betuel og Meinhard úttiknir til U-17 landsliðið til EM kapping í Eysturríki

U17-landsliðsvenjararnir, Pól F. Joensen og Áki Johansen, hava úttikið føroyska hópin, sum frá 8. til 16. oktober skal luttaka í EM-undankapping í Eysturríki.

Tríggjir NSÍ leikarar eru úttiknir til kappingina. Talan er um Leivur Højgaard, Betuel Hansen og Meinhard Olsen.  Allir vóru eisini partur av U-17 landsliðnum í NM kappingini sum varð hildin í Føroyum í summar og har liðið seg kláraði seg sera væl.

Leivur er 16 ára gamal (nr 5 á myndini)  og spældi sum miðverji í NM í summar. Betuel  (nr 8 á myndini) er 15 ár og  spælir sum miðvallari á landsliðnum. Meinhard (nr 11 á myndini) er 15 ár og spælir sum kantur/áleypari á landsliðnum.

Leivur, Betuel og Meinhard spæla fast á dreingjaliðnum hjá NSÍ (dreingir U-16), sum fyri stuttum vann steypakappingina. Liðið liggur saman við FCS á odda í landskappingini. Avgerðin um FM verður avgjørd millum hesi liðini 6 oktober, tá NSÍ og FCS bresta saman við Løkin.

Umframt at spæla ímóti vertstjóðini, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Sveis og Kypros.

Lagt verður fyri mikudagin 10. oktober, tá spælt verður ímóti Sveis, og fríggjadagin 12. oktober, skulu føroysku dreingirnir møta Eysturríki. Triðji og seinasti dysturin verður mikudagin 15. oktober, tá Føroyar og Kypros bresta saman á Hall Stadium í Tirol.

Dystir

10. oktobur 2012, kl. 15.00
Sveis-Føroyar – Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUS)

12. oktobur 2012, kl. 20.00
Eysturríki-Føroyar – Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUS)

15. oktobur 2012, kl. 18.00
Føroyar-Kypros– Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUS)

Teir 18 leikararnir, ið eru úttiknir, eru hesir:
Høgni E. Nielsen, 07 Vestur
Benjamin Heinesen, B36
Hákun Edmundsson, B68
Steintór Fagradal, Aron Clementsen og Dan í Soylu, B71
Bartal Wardum, HB
Pól Sigurð Kristiansen, EB/Streymur
Ari Krosslá Poulsen og Dánjal Godtfred, FC Suðuroy
Leivur Højgaard, Meinhard Olsen og Betuel Hansen
NSÍ
Elias Rasmussen, Víkingur
Jógvan á Lað Jacobsen, FC København (DK)
Emil R. Madsen, Frederikshavn (DK)
Absalon Eliasen, Randers FC (DK)
Jákup F. Hansen, Vejle Boldklub (DK)


Heimasíðan ynskir Leivur, Betuel og Meinhard hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu í kappingini.

Líknandi tíðindi