Leikarin: Magnus H. Olsen

Navn: Magnus H. Olsen

Føddur: 26.10.86

Hagtøl hjá Magnus á faroesoccer.com

Stað á vøllinum: Havi faktisk spælt á øllum plássum á vøllinum enntá verið málmaður, men mest sum hangandi áleypari ella á miðvøllinum.

Høgra ella vinstra bein? Kann brúka bæði.

Starv? Elektrikari hjá KEW

Frítíðarítriv? At fiska

Yndis matur? Brasa riv og ræst kjøt

Yndis tónleikur? Simon and Garfunkel, Bee Gees og The Beatles

Yndis sjónvarpssending? Criminal Minds

Títt fyrsta fótbóltsminni? Eg minnist fyrstu venjing sum seks ára gamal. Karl Hvidtfeldt og Bergleif Sólsker vóru venjarar.

Føroya besti leikari? Beint nú má tað vera Klæmint H. Olsen.

Heimsins besti leikari? Messi

Yndislið í Premier League? Newcastle United

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við? Johan Ellingsgaard og Jákup á Borg eru altíð góðir fyri undirhaldið.

Harðast undir venjing? Pól Jóhannus

Hevur tú nakra damu? Ja, Elly Lind Joanesarson

Seinasti filmurin tú sá? The Change-Up

Yndis teknifilmur? Madagaskar

Yndis grønsak? Jarðber

Hvar dámar tær at ferðast? Helst har, sum tað er heitt.

Hvat er tín yndis keks/kaka? Ommukaka – brún formakaka

Yndis sodavatn? Glas Jolly Cola

Te ella kaffi? Kaffi, men bara te heima

Dugir tú at binda slipsaknút? Ja

Hvør vinnur EM? Týskland

[nggallery id=214]

Líknandi tíðindi