Leikarin: Kristian Joensen

Navn: Kristian Joensen

Føddur: 21.12.92

Hagtøl hjá Kristian á faroesoccer.com

Stað á vøllinum? Málmaður. Tað var bara fyrsta árið, tá eg byrjaði at sparka, at eg spældi úti.

Høgra ella vinstra bein? Høgra, men vinstra í eini neyðstøðu.

Starv? Eg gangi seinasta ár av student.

Frítíðarítriv? Fiska, og hondbóltur um veturin.

Yndis matur? Mær dámar væl føroyskan mat, men í seinasti eisini sushi.

Yndis tónleikur? Eri nokkso alsidigur, kann lurta eftir øllum.

Yndis sjónvarpssending? Two and a Half Men

Títt fyrsta fótbóltsminni? Tað má vera, tá vit spældu dyst í árganginum hjá okkum – eg og Árni. Eg var nokk 6-7 ár, tá eg byrjaði at sparka.

Føroya besti leikari? Jákup Mikkelsen

Heimsins besti leikari? Ronaldo

Yndislið í Premier League? Manchester United

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við? Sjúrður Jacobsen

Harðast undir venjing? Eg sjálvur? Nei, tvætl. Eingin er serliga harður.

Hevur tú nakra damu? Ja, Anniku Klein.

Seinasti filmurin tú sá? Talladega Nights

Yndis teknifilmur? Dámdi best Lion King tá eg var lítil. Men seinni hevur tað verið Space Jam.

Yndis grønsak? Jarðber

Hvar dámar tær at ferðast? Skiferia og suðureftir eru 50/50. Mær dámar líka væl bæði tvey.

Hvat er tín yndis keks/kaka? Ostakaka ella vanlig brún formakaka.

Yndis sodavatn? Tað má vera Kondi.

Te ella kaffi? Te fyrrapart ella heima, kaffi úti.

Dugir tú at binda slipsaknút? Ja

Hvør vinnur EM? Týskland, sjálvt um eg hevði hopað, at Írland fór at vinna.

Myndir: Birita Hansen

[nggallery id=215]

Líknandi tíðindi