Leikarin: Jóhan

Navn:
Jóhan Jacobsen

Føddur:
02.07.92

Hagtøl hjá Jóhan á faroesoccer.com

Stað á vøllinum?
Høgri bakkur

Høgra ella vinstra bein?
Eg kann skjóta við báðum, men fyritrekki høgra.

Hvat vilt tú vera kendur fyri á vøllinum?
Eg vil vera kendur fyri at arbeiða gróthart hvønn dyst – líka sum Jamie Carragher.

Títt fyrsta fótbóltsminni?
Tá vit spældu í bønum uppiyvir kirkjuni í heimbygdini Hvannasundi.

Føroya besti leikari?
Jóhan Jacobsen

Heimsins besti leikari?
Messi

Yndislið í Premier League?
Liverpool

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við?
Ísak Simonsen ella Per Langgaard

Harðast undir venjing?
Pól Jóhannus

Best at eta áðrenn dyst?
Breyð og rosinur, og massar av vatn

Yndis matur?
Ræst kjøt, uttan iva

Yndis grønmeti?
Reyð piparfrukt – kann eisini vera gul 😉

Yndis sodavatn?
Ein Jolly er góð.

Te ella kaffi?
Te um morgnarnar, og kaffi um kvøldið

Besta drúss á kramarísin?
Vanligt

Starv?
Eg eri í læru til elektrikara hjá TTS í Klaksvík.

Yndis lærugrein í skúlanum?
Køk

Frítíðarítriv?
At hugna mær saman við konuni og dóttrini, og at vitja familju.

Yndis tónleikur?
Pop og rock.

Yndis sjónvarpssending?
Hyggi bara eftir fótbólti, serliga enskum.

Seinasti filmurin tú sá?
Snitch

Yndis teknifilmur?
Lion King

Hevur tú nakra damu?
Eri giftur við Oddvør.

Hvar dámar tær at ferðast?
Um tað bara er heitt og hevur strond, so er tað góðkent.

Dugir tú at binda slipsaknút?
Nei

Um tú vart eitt djór, hvat djór vart tú so?
Ein Ørn

Um tú skuldi gjørt eina aðra ítróttagrein, hvør skuldi hon so verið?
Flogbóltur

Hvør sjónleikari skuldi spælt teg, um ein filmur varð gjørdur um títt lív?
Dwayne Johnson, kendur sum the Rock

Myndir: Birita Hansen

Líknandi tíðindi