Leikarin: Jens Joensen
Navn: Jens Joensen
Føddur: 17.05.89
Hagtøl hjá Jens á faroesoccer.com
Stað á vøllinum: Í miðverjuni ella sum target man
Høgra ella vinstra bein: Bæði
Starv: Á Nevinum
Frítíðarítriv: Fiska og at flirtra
Yndis matur: Allur føroyskur matur, seyður og fiskur, ræst, fekst og turt
Yndis tónleikur: Allur tónleikur frá 1990unum og aftureftir. Gamal rokkur, eri ivaleyst inspireraður av Babba.
Yndis sjónvarpssending: South Park, Simpsons ella Deadliest Catch
Títt fyrsta fótbóltsminni? Eg fekk eina Barcelona blus við Romario á rygginum. Eg minnist eisini, at eg sat umborð á Norrønu í 1994, tá Brasil og Italia avgjørdu HM-finaluna við straffikapping. Eg byrjaði at sparka sum 7-8 ára gamal. Var ikki so interesseraður í fótbólti, tá eg var lítil.
Føroya besti leikari? Eg sjálvur.
Heimsins besti leikari? Nú er tað nokk Messi. Men annars var Romario mín favorittur.
Yndislið í Premier League: Manchester United
Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við? Sjúrður Jacobsen
Harðast undir venjing? Ongin av okkum er serliga harður
Hevur tú nakra damu? Ja, 4
Seinasti filmurin tú sá? The Patriot
Yndis teknifilmur? Lion King ella Klokkarin úr Notre Dame
Yndis grønsak? Jarðber
Hvar dámar tær at ferðast? Eg havi ongantíð verið í skiferiu. Tað er líka mikið, hvar eg fari, bara gott fólk er við.
Hvat er tín yndis keks/kaka? Kaptajn-keks, at koyra smør á. Kakir skulu bara ikki hava for nógvan fløda og sviskur.
Yndis sodavatn? Glas Jolly úr køliskápinum í kioskini á Toftakei, sum tíanverri nú er stongd.
Hvat kostar eitt rugbreyð? 20,- kr. í Brotinum frá Grón, og 27 kr. hjá Miðberg
Te ella kaffi? Irish Coffee
Dugir tú at binda slipsaknút? Ja, ein nøkulunda knút.
[nggallery id=200]