Tíðindi

KRISTIAN OG ÁRNI Á U-19 LANDSLIÐIÐ

Abraham Løkin og Eli Hentze hava úttikið tveir av okkara evnaríku unglingum, Kristian Joensen og Àrna Frederiksberg til Føroyska U19 landsliðið hjá monnum, sum í juli skal til Newcastle á venjingarlegu.

Kristian er 17 ár og er málverji hjá unglingunum, 1 deild og eykamálmaður á Vodafoneliðnum. Hann er ein sera evnaríkur málmaður sum um ikki so langa tíð kann roknast at vera fastur málverji á okkara besta liði.

Àrni Frederiksberg hevur júst fylt 18 ár. Hann er áleypari á unglingaliðnum, 1 deild og eykaleikari á besta liðnum. Àrni er ein sera málsøkin áleypari og er toppskjútti bæði á unglingaliðnum og á 1. deildarliðnum. Uttan iva verur Àrni um ikki so langa tíð fastur maður á Vodafoneliðnum.

Hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu á landsliðnum.

Líknandi tíðindi