Koyrikort Cup 2011: Innandura fótbóltskapping hjá Giza í høllini í Hoyvík

Leygardagin 26. november 2011 skipar Fótbóltsfelagið GIZA aftur fyri innandura fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini. Kappingin er deild upp í eina ungdómskapping, og eina opna kapping.

Ungdómskappingin:

Kappingin er deild í hesar aldursbólkar:

Pinkur (f. 2002-05)

Gentur (f. 2000-01)

Smágentur (f. 1998-99)

Kvinnur (f. 1997-)

Pinkulingar (f. 2004-05)

Smápiltar (f. 2002-03)

Piltar (f. 2000-01)

Smádreingir (f. 1998-99)

Dreingir (f. 1996-97)

Unglingar (f. 1993-94-95)

Í aldursbólkunum dreingir, unglingar og kvinnur eru 4 leikarar, málveji íroknaur. Við hinum liðnum leika 5 leikarar, málverji
íroknaður. Loyvt er at hava ein skiftisleikara.

Heiðurmerkir verða latin til nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólkið.

Tilmelding á tlf. 73 74 25 ella 73 74 30 ella við t-post til [email protected] áðrenn hósdagin 24. november kl.20.00.

Kostnaðurin fyri hvørt lið er kr. 300,00.

Opin kapping

 

Kapping fyri allar aldursbólkar. Fyritøkur, skúlaflokkar og øll onnur hava møguleika at gera lið. Tað kann tó bert vera ein leikara úr Vodafone deilduni, og ein leikara úr 1. deild. 4 leikarar eru á vøllinum ísenn, og loyvt er hava ein skiftisleikara.

Heiðursmerkir og steyp verða latin til nr. 1, 2, 3.

Aftrat hesum fær nr. 1 eitt gávukort á kr. 1.000,00 til Glitnir / Irish Pub og 2 kassar av OKKARA. Nr. 2 fær 2 kassar av OKKARA og nr. 3 fær 1 kassa av OKKARA.

Tilmelding á tlf. 73 74 25 ella 73 74 30 ella við t-post til [email protected] áðrenn hósdagin 24. november kl.20.00.

Kostnaðurin fyri hvørt lið er kr. 500,00.

Stuðla kappingina hava Koyrilærarin v /Benny Eidesgaard, Glitnir og Okkara.

 

 

Líknandi tíðindi