Betri-liðini

Komið og stuðlið NSÍ við Løkin leygardagin!

Í morgin, leygardagin kl. 15, sparka vit kappingarárið 2011 í gongd við Løkin.

Fyrsti dysturin í ár er móti B71 í kappingini um Løgmanssteypið.

Okkara ungu leikarar eru mentir eitt ár, og vit hava eisini fingið nýggjar menn í hópin, so tað verður sera spennandi at síggja okkara dreingir gera sítt ítarsta leygardagin.

Seinasta kappingarár hepnaðist væl hjá okkum í teimum trimum dystunum móti B71. Men nú er eitt nýtt ár, og broytingar eru gjørdar í báðum hópunum. Tað, at talan er um dyst í steypakappingini, ger tað eisini uppafturmeiri spennandi. Vit ynskja B71 vælkomnum við Løkin.

Annars verður nógvu fótbóltur at fara til í hesum mánaðinum. Vodafoneliðið hjá okkum skal spæla heili 6 dystir í apríl. Teir eru hesir:

ley. 02.04.11 NSÍ-B71 (Løgmanssteypið)
sun.10.04.11 NSÍ-HB (Vodafonedeildin)
frí.15.04.11 Víkingur-NSÍ (Vodafonedeildin)
mik. 20.04.11 NSÍ-B68 (Vodafonedeildin)
mán. 25.04.11 EB/Streymur-NSÍ (Vodafonedeildin)
ley. 30.04.11 KÍ-NSÍ (Vodafonedeildin)

Besti mátin at stuðla okkara dreingjum er at møta til dystirnar heima og úti.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi