Kom á konsert og stuðla NSÍ :)
Kl 20.00 í kvøld er konsert í Løkshøll við Ólavur á Váli. Kom og lurta eftir góðum tónleiki, og samstundis stuðlar tú NSÍ.
Kostnaður er 150,-
Tíðindaskriv SYNG VIÐ OG UNDIRHALD Í LØKSHØLL Fríggjakvøldið 15. juni á Eystanstevnu, kl. 21-23, skipar NSÍ fyri einum “Syng við og undirhalds kvøldið” við Hilmar Jan Hansen í Løkshøll í Runavík. Kvøldið byrjar kl. 21, so fólk náa at spæla Gekk ella síggja landsdystin millum Portugal og Spania, áðrenn tiltakið byrjar. Føroyskir klassikarar eru á…
Dystir í viku 40 Leygardag 5.okt 10.00 U14 NSÍc-HBe við Løkin í Runavík 12.00 3.deild NSÍa-B36 við Løkin í Runavík 14.00 3.deild NSíb-KÍ við Løkin í Runavík Útidystir leygardag 5.okt 11.30 U16 FC/S-NSÍa í Vági 10.00 U12 NSÍb-onnur Sandavági 9.00 U12 NSÍa-onnur o.v. Í Havn 11.00 U14 HBa-NSÍa o.v. Í Havn 9.00 U14 B36b-NSÍb n.v….
Dystarfrásøgn frá NSÍ-Skála, U14 dreingir. Dan Lamhauge U14 dreingirnir vunnu grannauppgerðina Seinastu dystirnir hjá U14a hava ikki roynst so væl. Fyrst máttu okkara lúta í steypafinaluni. Dysturin endaði 2-2. Okkara mál skutu Mórits Heini og Sonni. Dysturin mátti avgerast við brotspørkum og har drógu havnardreingirnir longra stráið. Dysturin eftir var móti B68, og har fingu…
NSÍ veitsla verður fyri leikarunum U8-U10-U12-U14 Fyri bæði gentir og dreingir Stað: Kantinan í Skúlanum við Løkin Dato: Fríggjadagin 10.oktober Byrja: kl 18.30 Øll eru hjartaliga vælkomin Á skránni: Sangur Undirhald Matur Vitjan av EFFO leikarum Og nógv annað stuttligt Alt tiltakið er ókeypis og roknað verður við, at tiltakið varar umleið 1,5 tímar
Á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið almannakunngjørdir Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini á teimum 22 leikarunum, ið landsliðsvenjarin hevur úttikið til komandi HM-undankappingardystir, sum verða á útivølli móti Írlandi og Svøríki í juni mánað. Fríggjakvøldið 7. juni spæla Írland og Føroyar á Aviva Stadion í Dublin, og fýra dagar seinni, týskvøldið 11. juni, taka sviar ímóti á…
Aðalfundurin var í kvøld í hølinum. Á fundinum var rokniskapurin lagdur framm og góðkendur. Til val av starvsnevnd tóku Oddfríður Gardboo, Bergmann Finnsson og Oddvør Jacobsen ikki fyri afturvalið. Nýggj fólk í nevndini eru Búi Uni Jensen, John Mikkelsen og Ásfinnur Sigvardsen. Nevndin skipaði seg soleiðis: Dánial Hansen, formaður Bjartur Nolsøe, næstformaður Ásfinnur Sigvardsen,…