Klaksvíkskappingin: NSÍ-EB/Streymur 1-2

NSÍ leikti sín fyrra dyst í Klaksvíkskappingini í dag. Undan dystinum hjá okkum høvdu KÍ og HB leikt 2-2. HB vann síðani brotssparkskappingina og kom harvið í finaluna í morgin.

Dysturin hjá okkum var móti EB/Streymi. Líkindini vóru hampilig at spæla – tó var eitt kalt lot og regn til tíðir.

Hjá okkum byrjaðu hesir inni: András, Jónhard, Nanmi, Jens, Einar, Debes, Jústines, Razak, Heðin, Christian Høgni og Mamuka.

NSÍ legði betur fyri við fleiri dømum um gott uppspæl, men í 8. minutti skoraði Arnbjørn til 1-0 til EB/Streym eftir kontraálop.

Næsta korterið trýsti NSÍ nógv, og kom fram til fleiri vandamiklar støður, men uttan at skora. Móti endanum av fyrra hálvleiki hevði EB/streymur aftur yvirtakið.

Beint eftir, at seinni hálvleikur var byrjaður, høvdaði Nanmi bóltin í mál eftir hornaspark hjá NSÍ úr høgru síðu. Dysturin var nú púra opin. NSÍ vísti sum heild betri samanspæl, men EB/Streymur trýsti seg til nógvar skotmøguleikar, og royndu seg eisini ferð eftir ferð við langskotum.

Í 62. minutti gav EB/streyma-trýstið úrslit, tá Arnar Dam prikaði bóltin í mál, eftir trunkaspæl framman fyri NSÍ-málið.

NSÍ gjørdi fýra útskiftingar í 65. og 71. minutti. Jann Martin og Magnus komu inn fyri Mamuka og Debes. Og Petur Pauli og Árni komu inn fyri Nanmi og Heðin.

Bæði liðini spældu seg seinastu løtuna fram til fleiri málmøguleikar, men fleiri mál komu ikki, og endaði dysturin tí 2-1 til EB/Streym.

Samanumtikið má sigast, at hóast vit taptu hendan dystin, byrjar spælið hjá okkum at líkjast, nú bert tvær og tríggjar vikur eru eftir inntil ávikavist steypa- og landskappingarnar byrja.

Ein ferðmikil venjingardystur móti EB/Streymi er heilt víst munagóður í royndunum at samanspæla eitt lið við fleiri nýggjum leikarum.

Í morgin kl. 13.00 møta vit KÍ í seinna dystinum í Klaksvíkskappingini.

NSÍ- EB/Streymur 1-2
8. min. 0-1 Arnbjørn Hansen
46 min. 1-1 Hugues R. Nanmi
62. min. 1-2 Arnar Dam

NSÍ: András, Jónhard, Nanmi (71 min. Petur Pauli), Jens, Einar, Debes (65 min. Magnus), Jústines, Razak, Heðin (71 min. Árni), Christian Høgni og Mamuka (65 min. Jann Martin)

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók í dag.
[nggallery id=53]

Líknandi tíðindi