Betri-liðini

Klæmint dagsins maður móti KÍ

4 máls skjúttin Klæmint A. Olsen er valdur til dagsins mann í dystinum móti KÍ sunnudagin. Klæmint fekk heili 62 % (75 atkv.) av teimum 121 givnu atkvøðunum. Við einum væl plaseraðum vinstra beins skoti, tveimum høvdaðum málum og einum saksasparki vísti Klæmint sannliga, at NSÍ eigur Føroya besta áleypara.

Árni Frederiksberg fekk 8 % (10 atkv.), og Pól Jóhannus Justinussen fekk 6 % (7 atkv.).

Í kvøld kl. 18 spæla vit útsetta dystin frá 16. umfari av EFFO-deildini móti EB/Streymi við Margáir.

Liðini bæði stríðast um triðjaplássið og hava fingið góð úrslit í seinastuni, so roknast kann við einum ordiligum braki.

Komið til Streymnesar, so áskoðararnir hjá NSÍ vinna stríðið uttanfyri vøllin!

[poll id=”67″]

Líknandi tíðindi