Betri-liðini

Klæmint dagsins maður móti B36

Í spennandi men skuffandi 4-3 tapinum móti B36 seinasta sunnudag megnaði Klæmint at skora tvær ferðir - og vóru tey tvey frálík mál. Tit hava valt Klæmint til dagsins mann í dystinum við 28% (41 atkv.) av teimum givnu 147 atkvøðunum.

Í báðum førum hevði Fritleif ein avgerandi leiklut í málunum, og var hetta sera hugaligt at síggja. Fritleif gjørdist nummar tvey í atkvøðugreiðsluni við 24% (35 atkv.).

Nummar trý gjørdust Árni og Christian Høgni við 7% (10 atkv.) Árni hevði enn ein dag við skjótum og beinleiðis spæli á kantinum, meðan Christian Høgni sum altíð gekk undan.

Vit ynskja teimum trimum og øllum hinum góða eydnu í grannauppgerðini móti B68 við Løkin í dag kl. 15.
[poll id="20"]

Líknandi tíðindi