Klæmint dagsins maður móti B36

Síðani dystin móti B36 seinasta vikuskifti hava tit havt høvi at velja besta NSÍ’aran í dystinum.

Endaliga valið fall á Klæmint, ið við 17 málum í ársins Vodafone-kapping rættiliga hevur staðfest seg sum ein av dugnaligastu áleyparunum í Føroyum. Klæmint skoraði eisini einasta málið hjá okkum í dystinum. Klæmint fekk 22 % (29 atkv.) av teimum 131 givnu atkvøðunum.

András gjørdist nummar tvey við 12 % (16 atkv.), og Fritleif og Christian Høgni býttu triðjaplássið sínamillum við 10 % (13 atkv.) í part.

Í dag kl. 15 leika vit okkara seinasta dyst í ár – hann er móti B71 á Sandi. Vit ynskja okkara dreingjum góða eydnu í dystinum og gleða okkum longu til komandi kappingarár.

[poll id=”27″]

Líknandi tíðindi