Betri-liðini

Klæmint ársins leikari og Árni ársins stjørnuskot

Á hugnakvøldinum hjá NSÍ leygarkvøldið vóru ársins leikari og ársins stjørnuskot í NSÍ kappingarárið 2011 valdir.

Ikki óvæntað var Klæmint valdur til ársins leikara. Klæmint hevur havt eitt sera gott kappingarár. Klæmint gjørdist toppskjútti á NSÍ liðnum við ikki færri enn 18 málum, sum er næstflest í Vodafonedeildini í ár.

Klæmint varð eisini valdur sum ársins stjørnuskot í Vodafonedeildini í ár, valdur av venjarunum, liðformonnunum og ítróttarskrivarunum.

Sum ársins stjørnuskot í NSÍ varð Árni Frederiksberg valdur. Hetta er fyrsta árið Árni, veruliga hevur roynt seg á okkara Vodafoneliði og hetta hevur hann gjørt á so góðan hátt at hann varð valdur til ársins stjørnuskot.

Heimasíðan ynskir Klæmint og Árna hjartaliga tillukku við heiðrunum og góða eydnu framyvir.

Líknandi tíðindi