Klæmint 100 mál!

Klæmint Andrasson Olsen hevur nú skorað 100 mál í Effodeildini!

Í 12. minutti legði Klæmint okkum á odda. Hetta var samstundis mál nummar 100 hjá Klæminti í bestu deildini. Tað er nokk ikki neyðugt at siga, at øll málini er skotin fyri NSÍ!

Klæmint hevur brúkt 174 dystir til at skora hesi 100 málini.

NSÍ vann dystin ímóti AB 2-1. AB javnaði í seinna hálvleiki við máli frá Álvi Christiansen, men veteranurin Jónhard Frederiksberg skoraði sigursmálið fyri NSÍ 13 minuttir fyri leiklok.

Eftir dystin í dag kunnu vit staðfesta, at vit framvegis eru fremst eftir átta umfør.

 

 Hjalmar Jóhan Juul hevur tikið hesar tríggjar myndirnar niðanfyri, og hina myndina hevur Birita Hansen tikið.

klæmint3

klæmint2 klæmint

 

 

 

 

 

Líknandi tíðindi