KJ er aftur stuðul hjá NSÍ
Aftur í ár er KJ ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru fegin um at KJ blívur við at stuðla felaginum, og takka hjartaliga fyri stuðulin.
Í samband við, at Eystanstevna verður í Runavík verður í komandi viku, eitt “Vespureiður” á skránni á Rás2, mánadagin 16. juni klokkan 16.10 til 17, har Jonhard Hansen og John Andersen fara at senda frá býráðssalinum í Runavík. Mark Joensen verður tøkningur. Sendingin verður endursend sama kvøld millum klokkan 19 og 20, og samrøðurnar, sum…
Føroyska U15-landsliðið spældi mikudagin fjórða dystin í Brøndby Cup í Danmark. Mótstøðuliðið hesuferð var HB Køge, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til føroyska liðið. Sigurin hevði við sær, at føroysku dreingirnir spældu um 9. plássið í kappingini. Føroyska U15-landsliðið við dreingjum fekk onga úrtøku í seinasta dystinum í Brøndby Cup 2012, sum varð…
Fleiri av eldru liðunum eru byrjað at venja. Nú byrja 3. deild, U10-dreingir og U8-dreingir eisini at venja. 3. deild byrjar at venja hósdagin 12. mars kl. 21.00. U10-dreingir byrja at venja fríggjadagin 14. mars kl. 17.00. U8-dreingir byrja at venja mikudagin 18. mars kl. 16.00. Allar venjingartíðirnar hjá NSÍ verða kunngjørdar seinni.
Afturlit, hølisviðurskiftir og annað tílíkt Kappingarárið 1988 var heldur soltið hjá NSÍ, sum eftir hetta árið við dananum Kim Truesen sum leikandi venjara flutti niður úr bestu deildini, afturafturafturaftur. Um heystið varð boðað til aðalfundar í fótbóltsnevndini, og øll nevndin fór frá. Undirritaði fór av forvitni á fund í Glyvra skúla, og soleiðis púra av…
Aftur í ár er Okkara ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit er sera takksom fyri stuðulin frá Okkara.
NSÍ-dagar vóru í vikuskiftinum, og sum vanligt varð ‘Ársins Vespa’ vald. Ársins vespa í 2015 er Jógvan Martin Høj. Strandingurin, ið er búsitandi á Glyvrum, er fastur gestur á vøllinum við Løkin. Eisini er hann nærum altíð at síggja til útidystir hjá NSÍ. Og tá snakka vit ikki bara um effo-liðið, men um øll liðini…
Ongar vørur eru í kurvuni