Betri-liðini

KÍ-NSÍ: Enn ein javnleikur

Ein tættur dystur, ið kundi farið báðar vegir. Vit komu afturum beinanvegin, men vóru á odda 3 – 2 tá eitt korter var eftir – men samanumtikið eitt úrslit, ið vit eiga vera nøgdir við – tó at fyrstaplássið fyribils glapp okkum av hondum.

Liðið hesaferð var: Gango, Jóhan, Monrad, Per, Einar, Pól Jóhannus, Jens, Magnus, Jann Martin, Árni og Klæmint. Inn í seinna hálvleiki komu, Haraldur, Jónhard og Meinhard

KÍ kom á odda, tá 5 minuttir vóru spældir. Tað var Heðin Klakkstein sum kom í góða skotstøðu, nakað uttanfyri brotsteigin í vinstru síðu. Sá út sum Gango kundi blokerað skotið, sum fór beint í málið. Aftaná málið høvdu KÍ-arnir fleiri góðar skotroyndir, sum Gango bjargaði.

Tað var í stóran mun KÍ, sum hevði yvirvág og langt var ímillum NSÍ álopini, men í 12. min. bragdaði. Tað var, sum so mangan, uppspæl í vinstru, har Árni spælir veggspæl við Pól Jóhannus, blívur leysur og sendir eina perfekta sending innfyri til Klæmint, sum við høvdinum stýrdi bóltinum í málið – so var 1 –1.

Í 27. min. gerst støðan 2 –1 til KÍ. Málið kom aftaná innlegg úr vinstru síðu og tað var Kenan Hajdarevic sum var hægstur og skallaði væl plaserað í málhornið. Løtu seinni var hann aftur uppá spæl, eftir innlegg úr vinstru, men hesaferð tók bólturin tvørtræið og fór afturum.

Okkara høvdu onkrar kjansir seint í fyrra hálvleiki, m.a. sendi Einar eitt skot beint framvið, men fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki.

Okkara menn fingu eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik. Tað vóru bara gingnir 2 minuttir, tá Magnus javnaði. Málið kom aftaná uppspæl í vinstru, har Árni spældi Klæmint, sum legði bóltin innum miðverjuna, har Magnus fylgdi upp og úr spískum sendi bóltin framvið Meinhardi til 2 – 2.

Tá 63. min. eru farnir, leggja okkara seg á odda. Alt byrjar við einum skjótum innkasti í vinstru, tikið av Árna til Klæmint, sum dróg heilt fram í vinstru – legði tvørturum – har Magnus er fyrstur til – letur hegnisliga bóltin fara framvið sær, til ein púra blankan Jonhard, sum bara skuldi seta innaru síðuna á bóltin, sum smeyg sær í netið til støðuna 3 – 2.

KÍ trýsti fyri at fáa útjavnandi málið og høvdu fleiri vandamiklar atsóknir næstu løtuna. Í 73. min. fingu teir brotsspark, aftaná at Hjalgrím fór um koll inni í brotsteiginum. Henry setti brotssparkið trygt í netið og so var aftur javnleikur.

Stutt áðrenn dystarlok, fekk Árni reyða kortið – eftir øllum at døma, fyri at rópa eitthvørt eftir linjuverjanum. Hann var útskiftur frammanundan, so tað ávirkaði ikki talið av leikarum inni á vøllinum, men hinvegin ómetaliga óheppið, at hann missir dystir, nú vit nærkast endaspurtinum.

Samanumtikið er ein javnleikur nøktandi, men samstundis mistu vit fyrsta plássið til B36, sum nú hevur 36 stig ímóti okkara 34. Komandi tvær vikurnar er Europa League á skránni, har okkara møta Norðurírska Linfield, fyrst á útivølli í Belfast 2. juli og síðani heima 9. juli.

Nú verður steðgur í landskappingini og næsti dystur verður ikki fyrrenn 27. juli á Argjum.

KÍ-NSÍ 3-3 (2-1)

1-0 Heðin Klakkstein, 5.

1-1 Klæmint A. Olsen, 12.

2-1 Kenan Hajdarevic, 27.

2-2 Magnus H. Olsen, 47.

2-3 Jonhard Frederiksberg, 63.

3-3 Henry Heinesen, 72.

 

(Skrivað av Eyðuni Gaardbo)

Líknandi tíðindi