Karstin Hansen skrivað undir trý ára sáttmála við NSÍ

Enn ein av okkara ungu leikarum, hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við NSÍ.

Talan er um okkara unga og sera evnaríka málverja, 16 ára gamla Karstin Hansen.

Karstin, hevur spælt øll síni ungdómsár í barndómsfelagnum. Hann er enn eitt úrslit av tí góða ungdómsarbeiðnum, sum felagið stendur fyri, har høvuðsendamálið er at menna egnar leikarar til besta lið felagsins.

Hóast sín unga aldur hevur Karstin longu spælt fleiri ungdómslandsdystir fyri Føroyar. Hann hevur verið fyrsta val sum aftasti skansi á bæði U-15 og U-17 seinastu tvey árini.

Serliga í seinastu EM undankapping hjá U-17 landsliðnum í Georgia, hevði Karstin eina frálíka kapping.

Karstin hevur gjørt ein trý ára sáttmála sum bindir hann at barndómsfelagnum til og við 2016.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum og góða eydnu.

Líknandi tíðindi