Karstin Hansen nýggjan sáttmála við NSÍ
Karstin Hansen hevur skrivað undir nyggjan 3 ára sáttmála við NSÍ.
Karstin hevur verið útleigaður til Skála 2 tey seinastu árini, og hevur hann ment seg heilt nógv. Hann var málmaður á U21 landsliðnum, og var fyrr í ár partur av A landsliðnum. Nú er Karstin klárur at taka kampin upp fyri NSÍ. Vit eru glað um at síggja Karstin aftur har hann hoyrir heima.
Vit ynskja Karstin tillukku við sáttmálanum, og bestu eydnu í framtíðini.