Kappingarárið 2013 hjá NSÍ hevur verið sera gott

Kappingarárið 2013 hjá NSÍ hevur roynst sera væl og felagið hevur vunnið nógv heiðursmerkir nú kappingarnar eru loknar, burtursæð frá Effodeildini.

Megnar Effoliðið at vinna silvur ella bronsu, so er talan um eitt framúrskarandi kappingarár.

Tey liðini sum hava vunnið heiðursmerkir:

2 deild menn: Nr 2 og flytur upp i 1 deild

3 deild menn a: Nr 3 í meistarabólkinum

3 deild menn b: Nr 1 í bólki B

Oldboys 35+: Føroyameistari

Dreingir U-18: Føroyameistarar

Dreingir U-16a: Nr 2 í meistarabólkinum og silvur í steypakappingini

Dreingir U-14a: Nr 3 í meistarabólkinum og silvur í steypakappingini

Dreingir U-14b: Nr 3 í økisbólkinum

Eisini hini yngru ungdómsliðini sum ikki spæla um heiðursmerkir hava klárað seg sera væl.

Sannast má at framtíðin í felagnum sær bjørt út, um man heldur fram við tí góða ungdómsarbeiðnum sum felagið stendur fyri.

MYND: Menningarliðið (2 deild) vann silvur og flytur upp í 1 deild næsta ár.

Líknandi tíðindi