Felagið

Kapping millum bygdir: Rituvík vann!

Tað byrjaði við eini spurnarkapping, ið kallaðist ‘Frá Æðuvík til Skipanes’. Leygardagin skipaði NSÍ fyri eini fótbóltskapping millum bygdirnar frá Æðuvík til Skipanes. 5 leikarar vóru á hvørjum liði.

Tiltakið eydnaðist ógvuliga væl, og líkindini at spæla vóru avgera góð. Hetta verður heilt sikkurt eitt afturvendandi tiltak, og møguliga verða fleiri bygdir við næsta ár.

Rituvík vann sannførandi 7-1 á Saltangará í finaluni. Liðið hjá Rituvík var mannað av Jónstein Petersen, Torleif Nón, Borgar Danielsen, Helga L. Petersen & Sonni L. Petersen.

Úrslitini síggjast niðanfyri.

Bólkur A:

Skipanes-Glyvrar 1-0

Lamba-Saltangará 0-1

Skipanes- Lamba 0-4

Glyvrar-Saltangará 1-2

Saltangará-Skipanes 3-0

Glyvrar-Lamba 0-3

 

Bólkur B:

Runavík-Æðuvík 3-0

Rituvík-Søldarfjørður 3-1

Æðuvík-Søldarfjørður 0-5

Runavík-Rituvík 1-2

Rituvík-Æðuvík 0-0

Søldarfjørður-Runavík 2-0

 

Endaspæl:

Finalan: Rituvík-Saltangára 7-1

Dystur um 3. plássið: Søldarfjørður-Lamba 2-0

Dystur um 5. plássið: Runavík-Skipanes 3-1

Dystur um 7. plássið: Æðuvík-Glyvrar 2-0

 

Líknandi tíðindi