Betri-liðini

Kærkomin sigur: NSÍ-HB 2-0

NSÍ og HB leiktu sín triðja og seinasta dyst móti hvørjum øðrum í ár í kvøld við Løkin. Tá avtornaði vann NSÍ 2-0 við málum frá Árna og Jens.

Undan dystinum segði forkvinnan, Kinna, nøkur vælvald og persónlig minningarorð um Jónsvein Knudsen, sum stóð felagnum so nær. Síðan var tøgn í ein minutt.

Veðrið var gott við Løkin, men í fyrra hálvleiki darvaði sólin nokkso nógv. Tað er liðið so nógv út á árið, at hon stóð lágt í vestri, inntil hon fór undir.

NSÍ byrjaði við hesum ellivu monnunum: Kristian, Monrad, Helgi, Pól Jóhannus, Sjúrður, Jann Martin, Andras, Magnus, Árni, Andrias og Klæmint.

Fyrri hálvleikur var yvirhøvur merktur av nógvum feilavleveringum hjá báðum liðum. HB hevði onkran møguleika benanvegin, og Magnus senid eitt fr´sipark í múrin í 2. minutti.

Jann Martin og Árni royndu seg við innleggum úr ávíkavist høgru og vinstru síðu í 10. og 12. minutti, men tey rukku ikki nakran av teimum gulu.

Í 15. minutti sendi Rókur Jespersen eitt høgt fríspark langt útifrá í einum boga niður á tvørtræið. Beint aftaná høvdaði Klæmint uppum málið, eftir á Árni hevði sent eitt innlegg innfyri úr vinstru síðu.

Yvirhøvur hevði NSÍ havt bóltin meira fyrstu løuna, meðan HB hevði havt vandamiklasta møguleikan.

Andrias fekk eina fríspæling í vinstru síðu í 21. minutti, men hann var heldur seinur at skjóta. Beint aftaná skjeyt Magnus útifrá dygst framvið stongini í vinstru síðu.

HB royndi seg við einum langskotið í 25. minutti. Klæmint høvdaði við síðuna av eftir frísparksinnlegg í 30. minutti, og rakti ikki bóltin rættiliga, tá Jann Martin sendi honum eitt innlegg beint aftaná.

Fróði Benjaminsen kom í góða skotstøðu í 33. minutti, men skjeyt við síðuna av.

Helgi og Árni fingu gula kort í 40. og 41. minutti fyri ávíkavist drál og eina seina takling.

Fyrri hálvleikur hevði yvirhøvur verið merktur av ósamanhagandi spæli. Bæði liðini royndu og høvdu nógv pláss at spæla á, men spælið hekk bara illa saman. Og tá tey komu fram til málmøguleikar, vóru teir ikki so vandamiklir.

Seinni hálvleikur minti fyrst løtuna um fyrra hálvleik, men so kom meiri ferð á og liðini sóðu út til at satsa meiri fyri at fáa ein sigur til høldar.

Í 53. minutti sendi NSÍ nógvar bóltar inn í HB-brotsteigin, men eingin fekk rættiligt skot á. Monrad sendi eitt langt innlegg til Klæmint í 57. minutti, men hann fekk ikki rættiliga tamt bóltin.

Í 57. minutti hevði HB aftur ein stóran møguleika at leggja seg á odda. Símin Samuelsen fekk eina sending innum NSÍ-verjuna, men lobbarin hjá honum fór uppum bæði Kristian og málið hjá okkum.

Jann Martin royndi seg við einum skotið langt útifrá í 66. minutti, og Andrias vann eitt horna í 67. minutti. Monrad sendi eitt innlegg til Árna í 69. minutti, men skotið fór uppum.

Tað eydnaðist Símuni Samuelsen at fáa bóltin í mál í 70. minutti, men hann varð dømdur at verða rangstæddur. NSÍ fór í skjótálop, men skotið hjá Klæmint fór við síðuna av. Og løtu seinni høvdaði Klæmint uppum eftir innlegg frá Árna úr vinstru síðu.

Debes kom á vøllin fyriJann Martin í 72. minutti.

Í 77. minutti bragdaði hjá NSÍ. Árni fór við ferð frameftir í vinstru síðu, hann spældi bóltin uppá tvørs inni í brotsteiginum, og fekk hann síðani aftur frá Pól Jóhannus, og langaði hann síðani inn út spískum við nærmaru stong.

Árni royndi seg eisini við skotið útifrá í 82. minutti, men tað fór við síðuna av. Og Klæmint hevði eitt skot úr spískum úr vinstru síðu í 83. minutti, men málmaðurin tók tað.

Magnus varð feldur í høgru síðu í 87. minutti. Árni sendi frísparki uppum.

Í 89. minutti kom Jens á vøllin fyri Árna. Í fyrsta álopinum aftaná varð Jens dømdur at verða rangstæddur, men helt leiðina fram beint móti HB-málverjanum. Hann fekk eitt gult kort fyri ómakin.

Í yvirtíðina eydnaðist tað tó Jens at skora, eftir at HB-liðið stóð høgt á vøllinum. Ein bóltur varð spældur fram miðskeiðis á vøllinum. Jens rann aftaná bóltin og skoraði trygt við fløtum skoti.

Sigurin á HB var nú veruleiki. HB hevði eins væl kunna avgjørt dystin. Men har bæði liðini byrjaðu illa og vóru óskørp frammanfyri málinum, eydnaðist tað NSÍ at venda gongdini og skora tvey mál.

Sigurin var týdningarmikil, tí hann nú mestsum tryggjar okkum fótbólt í Effo-deildini komandi ár.

Sunnudagin skulu vit til Fuglafjarðar at møta FM-biðlunum, ÍF. Um okkara menn raka dagin, kunnu vit saktans geva teimum mótstøðu.

NSÍ-HB 2-0 (0-0)
78. min. 1-0 Árni
92. min. 2-0 Jens

NSÍ: Kristian, Monrad, Helgi, Pól Jóhannus, Sjúrður, Jann Martin (72′ Debes), Andras, Magnus, Árni (89′ Jens), Andrias og Klæmint

Líknandi tíðindi