Betri-liðini

KÆRKOMIN HEIMASIGUR: NSÍ-AB 3-0


Fótbóltslíkindini vóru av teimum bestu, tá NSÌ og AB møttust við Løkin í kvøld. Fitt av fólki høvdu leitað sær til dyst og sera hugaligt var at hoyra og síggja at Guliganz fjepparnir allan dystin á tamb stuðlaðu NSÌ liðnum.

Liðuppstillingin hjá NSÌ, var nakað øðrvísi enn í dystunum frammanundan. Leikskipanin líktist mest eini 4-4-1-1 skipan.Verjuna mannaðu sum vant, Jens, Jóhan, Einar og Jonhard. Sentralt á miðjuni vóru Jústines og Jann Ingi, meðan Jann Martin og Heðin mannaðu kantarnar. Christian Høgni spældi mest sum hangandi áleypari, tað merkir millum miðjuna og álopið, meðan Klæmint var longst frammi sum áleypari.

Hendan leikskipanin virkaði skilagóð, sæð í ljósinum av at Klæmint og Christina Høgni komu meira við í spælið. Uppgávan hjá Klæmint var at vinna bóltarnir frá miðverjunum og leggja aftur til Christian Høgna og Jann Inga sum kunnu avsluttað ella spæla seg leysar í brotssteiginum, við sínu góðu tekniskum evnum.

Styrkin hjá Christian Høgna er serliga við ferð at seta mótstøðumenn av undir ferð og tað uppgávuna megnaði hann serstakliga gott í kvøld.

NSÌ vóru sera tendraðir frá byrjan. Leikarnir løgdu stórt trýst á  AB verjuna høgt uppi á vøllinum. Longu í 7 min spældi Christian Høgni seg leysan í vinstru síðu, setti fleiri AB leikarar av og komin inn í brotssteigin varð hann feldur men dómarafloytan hjá Petur Reinert, sum annars dømdi val, tagdi. Christian Høgni og hinir NSÌ arnir føldu seg týðiliga snýttar fyri brotsspark.

Taktikkurin hjá AB, var skjótt umstilling frá verju til álop. So skjótt sum teir vunnu bóltin í egnu verju, vóru langir bóltar sendir fram til einsamalla norska áleyparan Stig Roar Søbstad hjá AB. Hetta riggaði ikki serliga væl, mest tí at Jens í NSÌ miðverjuni hevði sera gott tak á Stig Roar allan dystin.

Nógv leikferð, var á dystinum fyrrapartin av fyrra hálvleiki. Bólturin ferðaðist skjótt millum báðar hálvurnar uttan at kanska teir heilt stóru málmøguleikarnar spurdust burturúr. Tað var tó NSÌ, sum var tað vandamesta liðið allan fyrra hálvleikin. Samstarvið millum Christian Høgna og Klæmint riggaði væl og NSÌ kom til málmøguleikar uttan at tað spurdust nakað mál burturúr í fyrra hálvleiki.

Tað var eisini NSÌ, sum fekk ta bestu byrjanina  uppá seinna hálvleik. Ì 50 min driblar Jann Martin seg leysan vinstrumegin í AB brotsteiginum. Jann Martin velur at leggja bóltin fyri føturnar á Christian Høgna mitt fyri men hart kroystur verður Christian taklaður í evstu løtu. Òivað hevði tað verið skilabetri hjá Jann Martin at avsluttað sjálvur.

Ì 55 min leggur NSÌ seg á odda. Einar skjótur fríspark úr 25 metra frástøðu. Bólturin rakar verjuna hjá AB. Christian Høgni fangar returin, smekkar til og inni á 5 metrinum setir Klæmint fótin á og snittar bóltin í AB málið. Frøðin á NSÌ viðhaldsfólkunum og leikarunum, var sum vera man sera stór.

Leiðslumálið gav NSÌ leikarum, mót til framhaldandi at herja á. Ì staðin fyri at leggja seg aftur at verja, valdu man skilagott, at trýsta høgt uppi. Ì 65 min fer Jann Martin út og Òlavur kemur inn.

Ì 77 min er aftur mál til NSÌ. Hetta var eitt sindur heppið mál, men tey telja líka so nógv sum onnur mál. Einar langar til úr vinstru síðu, men rakar ikki málið, men í hælin á Heðin á Lakjuni sum kemur reikandi framvið. Tórður verður snýttur og so er støðan 2-0 til NSÌ.

Eftir 2-0 málið, setti NSÌ seg fullkomuliga á dystin og høvdu fult kontroll, tað sum eftir var av dystinum. Ì tíðini sum dómarin hevði lagt afturat skorar NSÌ til 3-0.

Òlavur stríðist sera væl og vinnur bóltin frá AB verjuleikara í høgru síðu. Hann leggur bóltin innfyri til Christian Høgna mitt fyri. Hart kroystur av Aristide temur Christian Høgni bóltin hegnisliga og í sama viðfáningi sneiður hann verjuleikaran av til høgru og komin inn í 5 meturin smekkar hann bóltin hart eftir  jørð høgrumegin Tórða í AB málinum, sum ongan møguleika hevði at bjargað . Eitt sera gott einmansavrik av Christian Høgna.

Samanumtikið var 3-0 sigurin á AB í kvøld fult uppiborin.

Sera hugaligt, var at síggja stríðsviljan hjá øllum NSÌ leikarunum. Ringt er at taka nakrar leikarar framum aðrar, tí talan var mest um eitt kollektivt avrik. Tó leikti Klæmint ein frálíkan dyst í álopinum og Jens stóð seg sera væl í miðverjuni. Ì seinna hálvleiki var Jann Ingi sera sjónligur á miðvøllinum tí hann altíð spælir bóltin frálika væl frá sær tá hann móttekur bóltin. Tað sum eisini stendur frískt í minninum, vóru frálíku einmansavrikini hjá Christian Høgna.

Nógv jaligt er hjá NSÌ venjaranum og leikarnunum, at taka sær við til komandi dyst, sum longu er komandi  fríggjakvøldið 7 mai kl 18.00 móti EB/S við Løkin.

HJARTALIGU TILLUKKU DREINGIR OG GÓÐA EYDNU FRÍGGJAKVØLDIÐ.

NSÌ-AB 3-0 (0-0)

55 min 1-0: Klæmint Olsen

77 min 2-0: Heðin á Lakjuni

92 min 3-0: Christian Høgni Jacobsen

Liðið: Andras, Jóhan, Jens, Einar, Jonhard, Jústines, Jann Ingi, Jann Martin (65 min Òlavur), Heðin, Christian Høgni og Klæmint. À beinkinum uttan at koma inn. Caroly Potemkin, Debes, Erland og Kristian.

[nggallery id=14]

Líknandi tíðindi