Jústinus longt sáttmálan


NSÍ fegnast um, at Jústinus R. Hansen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri 2011.

25-ára gamli miðvallarleikarin var saman við Jann Inga sera eyðsýndur á sterku miðjuni hjá okkum alt kappingarárið. Hann byrjaði inni í øllum 27 dystunum í Vodafonekappingini, og varð hann eisini valdur til ársins leikara hjá felagnum í 2010. Harumframt eydnaðist tað Jústinus at vinna sær pláss á landsliðinum.

Líknandi tíðindi