Jústinus – ársins leikari


Jústinus R. Hansen varð valdur til ársins leikara hjá NSÍ á ársveitsluni í gjárkvøldið.

Vit hava havt eitt gott kappingarár, har spælið til tíðir mundi vera av tí besta í landinum. Vit hava havt eitt sera gott álop, eina sera stabila verju og málmann og eina frálíka miðju, bæði í motorrúminum og úti á kantunum. So nógvir vóru um boðið at gerast ársins leikarar.

Tá avtornaði, fall valið á Jústinus, sum í 2.373 minuttum í Vodafonedeildini, mitt á miðjuni, undir liðini á Jann Inga, hevur steðgað mongum uppspæli hjá mótstøðuliðunum í ár. Uttan at gera tað stóra hóvástákið burtur úr hevur Jústinus verið eitt álit alt ár. Honum eydnaðist eisini at fáa eitt mál – tá hann javnaði til 3-3 í tiltikna 5-3 sigrinum í Fuglafirði 28. mai. Krúnan á verkinum var landsliðsúttøkan.

Vit ynskja Jústinus hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Líknandi tíðindi