Jonnhild á Sondum longt sáttmálan

Vit fegnast um at tað stundum verður lagt afturat hópinum hjá kvinnunum, nú Jonnhild á Sondum hevur skrivað undir 1 ára sáttmála.

Hóast sín unga aldur leikti Jonnhild 20 dystir á besta liðnum síðsta kappingarár og skeyt 3 mál. Hon hevur farna árið eisini umboðað bæði U17 og U19 landsliðini í ár, so einki er at ivast í, at talan er um ein sera spennandi, ungan leikara, ið vit við spenningi fara at fylgja í mong ár framyvir.

Vit fegnast um at Jonnhild verður at síggja við Løkin í 2023

Líknandi tíðindi