Jonhard Frederiksberg verður eisini verandi í NSÍ í 2014

Jónhard verður verandi í NSÍ

Hetta kappingarárið verður tað sjeynda hjá Jónhard Frederiksberg sum NSÍ-ari. Tað stóð greitt, tá hann í kvøld skrivaði undir ein eitt árs sáttmála við runavíkingar.

33 ára gamli skálamaðurin kom til NSÍ í 2007, tá tað eisini eydnaðist at vinna føroyameistaraheitið, og har var hann í hálvtannað ár, til hann á sumri í 2008 valdi at hjálpa barndómsfelagnum Skála.

Síðani var hann aftur frá 2009 til 2011 í Runavík, til hann í 2012 fór til EB/Streym, har honum eydnaðist at vinna steypakappingina, men í fjør var hann aftur hjá NSÍ, har hann nú hevur skrivað undir enn eitt ár í gulum og svørtum.

– Vit eru øgiliga fegin um, at Jónhard valdi at halda fram her hjá okkum, tí hann hevur nógv at siga fyri hópin. Við sínum positiva hugburði lyftir hann hinar upp við sær, sigur Kinna F. Olsen, forkvinna í NSÍ.

Tilsamans hevur Jónhard Frederiksberg spælt 161 dystir við NSÍ og skotið 12 mál. Hann kom til Runavíkar sum áleypari, men hevur tey seinnu mongu árini verið fastur maður á høgra bakki.

Líknandi tíðindi