
Líknandi tíðindi

Rókin stuðlar NSÍ
Rókin er aftur í ár ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru fegin um góða stuðulin, sum Rókin stuðlar við.

Glottar hóast tap. EM U-17 í Georgia: Holland-Føroyar 4-0
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum fekk eina heldur keðiliga byrjan uppá EM-undankappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Tblisi í Georgia. Í fyrsta dystinum skuldu føroysku dreingirnir royna seg ímóti Hollandi, ið verður mett at vera sterkasta landið, av teimum trimum londunum, ið Føroyar skulu spæla ímóti í hesari undankapping. Úrslitið gjødist 4-0 til Holland,…

Ungdómsdeildin fingið peningagávu frá Magn
À NSÌ samkomu, leygarkvøldið handaði Àbraham Løkin søluleiðari vegna Magn, ungdómsdeildini ein kekk áljóðandi 15.000 kr. Egil Olsen formaður í ungdómsnevndini, takkaði Magn fyri stuðulin og segði at ungdómsdeildin fer at brúka hendan til framhaldandi menning av ungdómsleikarunum hjá felagnum. Fyrr í ár stuðlaði eisini Magn ungdómsdeildini fíggjarliga og fleiri av okkara yngru liðum bera Magn lýsing á…

Nýggj fólk í nevndina
NSÍ hevði aðalfund hóskvøldið. Umframt frágreiðingar frá starvsnevnd og ungdómsnevnd var nevndarval á skránni. Í starvsnevndina komu Ragnhild Knudsen og Jóna Kristiansen fyri Bjarka á Gerðisbakka og Gudny Nielsen. Kinna Olsen og Bjarki á Gerðisbakka eru nývaldir tiltakslimir. Starvsnevndin skipaði seg eftir fundin. Sølvi Reinert Hansen heldur fram sum formaður. Árni Midjord er nú næstformaður….

Aðalfundurin verður 17 februar kl 19.00
Aðalfundurin hjá NSÍ verður mánadagin 17 februar í NSÍ hølinum. Skrá sambært lógum felagsins. Eisini er uppskot um viðtøku broyting í felaginum, og tí verður eyka aðalfundur beint eftir aðalfundin, um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur.

Móttøka fyri steypavinnarunum NSÍ dreingir U-16 í annaðkvøld
Í samband við at NSÍ dreingir U-16 vunnu steypakappingin, skipar ungdómsnevndin fyri móttøku mánakvøldið 27 august kl 20.30 í NSÍ hølunum. Leikararar, foreldur, systkin og onnur avvarðandi eru hjartaliga vælkomin. Leikarnir vera bidnir um at hava gullmedaljurnar við. Hjartaliga vælkomin. Ungdómsnevndin