Jóla og nýggjárskvøða frá ungdómsnevndini

Ungdómsnevndin vil á hendan hátt ynskja nevndum, leikarum,venjarum, foreldrum, samstarvspartnarum, stuðlum og øllum sum ungdómsnevndin hevur havt samskifti við, eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Heilsanin fer eisini til hini fótbóltsfeløgini i landinum, sum okkara leikarar hava stríðst ímóti á leikvøllunum. Síggja fram til eitt spennandi kappingarár í 2012.

FSF og starvsfólki tess, verður somuleiðis ynskt eini gleðilig jól við tøkk fyri gott samstarv í skjótt  farna ári.

Vegna ungdómsnevndina hjá NSÍ

Egil Olsen – formaður

Líknandi tíðindi