|

Jann Julin Benjaminsen nýggjan sáttmála við NSÌ

So var aftur ein undirskrift komin. Hesuferð er talan um Jann Julin Benjaminsen, sum hevur skriva undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÌ. Jann hevur í ár veruliga fingið sítt gjógnumbrot í Effo-deldini, og nú kunnu vit fegnast um at hann ynskir at forseta í gulum komandi 2 árini.

Jann hevur í ár skotið 5 mál fyri besta liðið hjá NSÌ, og hevur seinastu nógvar dystirnar byrja inni.  So hann er avgjørt ein fongur fyri NSÌ.

Vit ynskja Jann tillukku við nýggja sáttmálanum, og góða eydnu víðari í NSÌ.

 

Líknandi tíðindi