Betri-liðini

Jann Ingi – dagsins maður móti B36


Síðani dystin móti B36 seinasta vikuskifti hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti B36.

Ongantíð fyrr hava so nógv greitt atkvøðu. Heili 293 hava atkvøtt hesa ferð. Gamla metið, 235 atkvøður, var frá heimadystinum móti EB/Streymi 7. mai.

Flestar atkvøðurnar hesa ferð fekk Jann Ingi Petersen við 22% (64 atkv.) av atkvøðunum. Hann hevur ligið ovaliga í atkvøðugreiðsluni seinastu dystirnar, og nú bragdaði.

Beint í hølinum á Jann Inga varð tvífaldi málskjúttin móti B36, Debes Danielsen, við 20% (60 atkv.) av atkvøðunum. Hesir báðir Jann Ingi og Debes hava fylgst í atkvøðum allan vegin. Christian Høgni var eisini nær teimum við 17% (51 atkv.) av givnu atkvøðunum.

Jann Ingi er óiva valdur til dagsins mann vegna sína tryggu stýring av miðjuni í dystinum í Havn. Tað er stuttligt at síggja Debes Danielsen í oddinum, og kemst hetta uttan iva av, at hann, við tveimum málum, so ruddiliga tók av kjansinum, hann fekk, tá hann varð skiftur inn í Gundadali. Christian Høgni var sum altíð ein vandamikil ígongdsetari í álopsspælinum.

Vit ynskja Jann Inga hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í dystinum móti B71 við Løkin í morgin.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

[singlepic id=709 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=710 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=744 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=753 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=765 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=779 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=807 w=320 h=240 float=]

[poll id=”7″]

Líknandi tíðindi