Jann Benjaminsen eisini úttikin til U-17 landsliðið

Í døgunum 10. til 14. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at luttaka í eini U17-minikapping í Swansea í Wales, sum UEFA skipar fyri.

Umframt vertirnar og Føroyar, eru Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini.

Umframt Betuel Hansen, Meinhard Olsen, Petur Knudsen er Jann Benjaminsen nú eisini úttikin til landsliðið. Sostatt eru fýra NSÍ leikarir úttiknir til landsliðið og er saman við HB best umboðað.

Jann Benjaminsen er ættaður av Toftum, men hevur spælt við NSÍ tey seinastu tvey árini.

Jann er ein sera evnaríkur leikari sum kann spæla á nógvum plássum á vøllinum. Jann er partur av okkara dreingjaliði (dreingir U-16) men spælir eisini við unglingunum (dreingir U-18).

Dystir:
11.04.2013 kl 11.00 Ísland-Føroyar Old Road, Briton Ferry FC
12.04.2013 kl 17.00 Wales-Føroyar Old Road, Briton Ferry FC
14.04.2013 kl 11.00 Norður Ìrland-Føroyar Stebonheath, Lianelli FC

Heimasíðan ynskir okkara evnaríku leikarum hjartaliga tillukku við úttøkuni og landsliðnum góða eydnu í kappingini í Wales.

Líknandi tíðindi