Jákup Mortensen 80 ár.

Ein hugnalig veitsla í Hæddini í kvøld hevði Jákup bjóða inn í 80 ára føðingardag. Ein sera hugnalig veitsla. Formaðurin var til staðar, og heilsaði uppá okkara heiðurslim, og sendi eina heilsan vegna NSÍ.

Jákup fekk handa eina NSÍ blus, sum hann var sera fegin um.

Vit øll ynskja Jákupi tillukku við 80 ára degnum, og ynskja hon øll góð ynksir frammyvir.

Her er sangurin sum NSÍ gav Jákupi á 80 ára degnum:

Jákup Mortensen áttati

lag: Reyparin……………………………

At suðringur er knappari enn norðingur er kent,

at NSÍ var stovnað hevði kanska aldrin hent,

um Ib-urin á sinni og so Jákup aftaná,

ei tóku stig til hondbóltin – og dribl við hæl’ og tá.

Í nítjaneinogfjøruti fleyg storkur yvir Vág,

í pjøkanum hjá honum hesin fitti drongur lá,

hann mentist, og hann hevði evnini til mangt og hvat,

og alt tað, sum hann blásti í so yndisliga læt.

Hann fór tí upp í hornorkestrið – spældi har trompet –

um bert hann brúkti munnstykkið – minst líka væl tað lét.

Í poppi við hann stinnur var, og Red-Boys stovnað varð,

hann yrkti, komponeraði, alt til hjá honum bar.

Ein eldsál hann í VB var, tað hevði hann við sær,

so beinanveg hann venjari hjá smádreingjunum varð,

og brátt hann hesar dreingir fekk heilt upp á hægstu rók,

tá NSÍ á fyrsta sinni heiðursmerki tók.

Hann brúkti nógva tíð og kreftir upp á NSÍ,

sjálvt kjallaran hann læt til leikarar at skifta í,

og Trygva – kempuna hjá NSÍ – hann eigur við,

ja, fleiri abbasynir hava mannað vára lið.

Hann formaður í felagnum jú var í drúgva tíð,

tann týdningur hann hevði kann ei metast krónum í.

Nú sjálvt á gamalsaldri dag um dag hann síggjast kann

á vøllinum, tá venjing er, ein eldsál – jú, mín sann.

Frá NSÍ tú eigur takk so manga túsund ferð,

tú reist tær hevur varða, sum ei gloymdur verður her.

Til lukku ynskist tær – tú kempualdur hevur nátt –

eitt lívskvøld fái tú har vesturskinið roðar hátt.

                                            NSÍ

Líknandi tíðindi