Jákup Andrias Gaardbo og Leivur Højgaard skrivað undir sáttmála við NSÌ

Tveir av okkara ungu sera evnaríku leikarum hava í vikuni skriva undir sáttmála við NSÌ.

Talan er um teir 17 ára gomlu leikararnar Jákup Andrias Gaardbo og Leivur Højgaard.

Bæði Jákup Andrias og Leivur eru verjukendir leikarar. Sum oftast spælir Jákup Andrias í miðverjuni á U-18 liðnum og 2 deildarliðnum, meðan Leivur spælir mest sum defensivur miðvallari.

Heimasíðan ynskir Jákup Andrias og Leivur hjartaliga tillukku við sáttmálunum og góða eydnu.

Líknandi tíðindi