Innanduravenjingin hjá yngstu dreingjunum byrjar í morgin
Innanduravenjingin hjá yngstu dreingjunum byrjar í morgin mánadagin 3 oktober í Ítróttarhøllini í Runavík.
1-2 flokkur venja kl 19.00-20.00
3-4 flokkur venja kl 20.00-21.00
Ungdómsnevndin
Karl Løkin hevur skift til Víking Ólavsvík í bestu deildini í Íslandi. Tann 22 ára gamli evnaríki miðvallarin fekk brádliga boð úr Íslandi í vikuni. Víking Ólavsvík, sum flutti upp í bestu deildina í fjør, hevur havt eyguni við Karl síðani hann var á venjingarlegu í Íslandi við ÍF. Landskappingin í Íslandi byrjar um vikuskiftið…
Lutakast var í gjár um kappingina um Løgmanssteypið. Lutakastið endaði við at NSÍ skal møta HB í Gundadali. Dysturin eigur at verða leiktur 10 apríl, og ikki 22 apríl sum bleiv sagt í KVF mánakvøldið. Í løtuni er to ikki avgjørt hvussu dytirnir verða leiktir tann 10 apríl tí B36 hevur eisini heimadyst sama dagin….
Í døgunum 28. juli til 2. august skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í árligu norðurlandameistarakapping, sum í ár verður spæld í Danmark. Danir gera nógv burtur úr NM-kappingini hesaferð, sum í ár er liður í 125 ára føðingardegnum hjá danska fótbóltssambandinum, DBU. Føroyska liðið er komið í bólk saman við vertstjóðini Danmark, Norra…
Føroyar U15 – SønderjyskE 1-0 (1-0) KELDA:www.fsf.fo Tummas M. Jacobsen og Eyðstein Zachariassen høvdu akkurát gjørt seg klárar at fara á vøllin, tá ið dysturin bleiv steðgaður. Tá vóru sjey minuttir spældir av seinna hálvleiki. Ógvusligt regn og torusláttur vóru orsøkin til steðgin. Fyrst bleiv sagt, at dysturin bleiv tikin uppaftur 20 minuttir seinni, men…
Fyrsta venjingin hjá 3 deild byrjar nú hóskvøldið kl 21.00 við Løkin. NSÍ hevur teknað tvey 3 deildarlið til hetta kappingarárið. Vónandi møta nógvir leikarar upp til fyrstu venjingina.
Her eru nøkur hæddarpunkt frá stóra finaludegnum. https://l.facebook.com/l.php?u=https%3A%2F%2Fvimeo.com%2F231468126&h=ATMA_9y9s2SdLp4LqMy4tcGx-h0-EsBG0iKgPJLpORP0yUuBnu6t3SxPQXLDw-0RH_SlUH5hmNspW5AcwMkSGDZxR3R_Xmw8eKblH98FwP0s2Non6BL_6h6kH9zlb1A1hoL8SciigA
Ongar vørur eru í kurvuni