Tíðindi

ÌF-NSÌ hóskvøldið kl 19.00 í Fuglafirði.

Hóskvøldið kl 19.00 skal NSÌ á vitjan í Fuglafirði. Lagið í NSÌ hópinum er gott aftaná stórsigurin leygardagin ímóti 07 Vestur, men armarnir skulu niður aftur, og arbeiðshandskarnir skulu uppá. Dysturin í Fuglafirði hevur stóran týdning fyri NSÌ, og er ein sigur eitt krav, um vit skulu hanga í toppinum.

Vónandi verður Fuglafjørður GULUR hóskvøldið.

Koyr á NSÌ, og saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi