Felagið

Í kvøld verður tað

Á Svangaskarði í kvøld kl. 18:45, spælir NSÍ seinna dystin í Europa League kappingin ímóti enska Premier League felagum Fulham FC. Fyrri dysturin á Craven Cottage í London endaði við einum 3 – 0 sigri til Fulham.

Hetta má metast sum størsta avbjóðing í søgu felagsins, tá ið mótstøðuliðið, sum endaði á einum áttanda plássi í Premier League seinasta kappingarár, telur so mætar leikarar sum Danny Murphy, Damien Duff, Bobby Zamora, Brede Hangeland, Mark Schwarzer og Simon Davies, bert fyri at nevna nakrar. Í fjør spældi liðið seg í Europa League finaluna, sum teir tó taptu tepurt ímóti Atletico Madrid.

Eigarin av Harrods, kendi ríkmaðurin Mohamed Al Fayed, tók yvir í felagnum í 1997. Tá var felagið í fjórbestu deildini og um at fara á heysin. Síðani hevur tað gingið skjótt framá og longu í 2001 kom felagið í Premier League.

Nógvir kendir leikarar hava leikt fyri Fulham gjøgnum árini t.d.  George Best, Bobby Moore, Bobby Robson og Johnny Haynes. Millum kendastu fjeppararnar hjá felagnum eru filmsleikarirnir Hugh Grant, Pierce Brosnan, fyrrverandi popkongurin Michael Jackson og songkvinnan Lily Allen.

Hóast uppgávan kann tykjast møtimikil, er ikki óhugsandi at til ber at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. Til dystin á Craven Cottage vantaðu Einar T. Hansen, Mamuka og Abdul Razak Ismail. Teir eru tøkir til dystin í kvøld.

Vónandi verða nógvir áðskoðarar til dystin á Svangaskarði. Atgongumerki til dystin kunnu keypast í forsølu fyri 100 kr í Fast støðunum í Gundadali, Runavík og Klaksvík, ella fyri 150 kr við dyrnar. Barnabillettir 4 – 16 ár einans 50 kr.

Líknandi tíðindi