Hvørjum møta vit í Europa League?

Nú mánadagin 25. juni verður lutakast um fyrsta og annað undanumfar í Europa League á UEFA-høvuðsstøðini í Nyon uttanfyri Geneve í Sveis. Dystirnir í fyrsta undanumfari verða spældir hósdagarnar 5. og 12. juli.

74 lið eru við í fyrsta undanumfari av Europa League 2012-13. NSÍ er millum teirra, ið ikki er styrkismett (seedað). Vit koma tí at møta einum styrkismettum liði í fyrsta undanumfari. Liðini, sum eru styrkismett, eru hesi:

FH úr Íslandi
Rosenborg úr Noreg
Stabæk úr Noreg
Elfsborg úr Svøríki
Kalmar FF úr Svøríki
KuPS úr Finnlandi
MYPA úr Finnlandi
Bohemians úr Írlandi
St. Patrick’s Athletic úr Írlandi
Bangor City úr Wales
Levadia Tallinn úr Estlandi
Metalurgs úr Latvia
Sūduva Marijampolė úr Litava
Twente úr Hollandi
Differdange 03 úr Luxemburg
Lech Poznań úr Póllandi
Aktobe úr Kasakstan
Gomel úr Hvítarusslandi
Metalurgi Rustavi úr Georgia
Borac Banja Luka úr Bosnia
Sarajevo úr Bosnia
Senica úr Slovakia
Osijek úr Kroatia
Pyunik úr Armenia
Dacia Chişinău úr Moldava
Baku úr Aserbaijan
Inter Baku úr Aserbaijan
Khazar Lankaran úr Aserbaijan
Honvéd úr Ungarn
Jagodina úr Serbia
Tirana úr Albania
Olimpija Ljubljana úr Slovenia
Renova úr Makedonia
Shkëndija úr Makedonia
Rudar Pljevlja úr Montenegro
Birkirkara úr Malta
og EB/Streymur (sum vit ikki kunnu møta so tíðliga í kappingini)

Seinastu árini hevur UEFA valt at bólka liðini í fyrsta undanumfari í økisbólkar. Hetta lættir nógv um við ferðing hjá liðunum. Einki fæst at vita, um liðini verða bólkaði á hendan hátt aftur hesaferð. Tað fær man ikki at vita fyrrenn mánamorgunin.

Um liðini verða bólkaði, sum tey hava verið seinastu árini, koma vit í eitt norðurevropeiskt øki, ið telur hesi styrkismettu feløgini:

FH úr Íslandi
Rosenborg úr Noreg
Stabæk úr Noreg
Elfsborg úr Svøríki
Kalmar FF úr Svøríki
KuPS úr Finnlandi
MYPA úr Finnlandi
Bohemians úr Írlandi
St. Patrick’s Athletic úr Írlandi
Bangor City úr Wales
Levadia Tallinn úr Estlandi
Metalurgs úr Latvia
Sūduva Marijampolė úr Litava
Twente úr Hollandi
Differdange 03 úr Luxemburg

Í hesum hópinum eru fleiri áhugaverd lið. Ítróttarliga kundi tað verið spennandi at møtta FH ella liðunum úr Wales og Írlandi – Boheminas, St. Patrick’s Athletic ella Bangor City. Annars er tað altíð spennandi at møta norskum og svenskum liðum sum Rosenborg, Stabæk, Elfsborg ella Kalmar. Størsti makrelurin í hesum bólkinum er ivaleyst Twente í Hollandi, sum var hollendskur meistari í 2009-10. Venjari hjá teimum er navnframi enski Steve McClaren, sum har afturat hevur royndir sum venjari hjá enska landsliðinum, í Middlesbrough, Wolfsburg og Nottingham Forest og sum hjálparvenjari hjá Manchester United.

Skuldi tað eydnast okkum at komið víðari úr fyrsta undanumfari, eru mest spennandi liðini í øðrum undanumfari helst Anzhi Makhachkala, AGF, Tromsø, AIK Stockholm og Aalesund.

Í triðja undanumfari bíða so m.o. Liverpool, Inter Milan, Marseille, Athletic Bilbao, Sparta Prague, Maritimo og Dynamo Moskva.

Síðani verður eitt play-off umfar, har vinnarin sleppur í bólkaspælið í Europa League. Í play-off umfarinum eru lið sum Newcastle United, Sporting, PSV Eindhoven, Bordeaux og Lazio.

Men enn er langur vegur. Í fyrstu atløgu gleða vit okkum til lutakastið nú mánadagin fyrrapart.

Líknandi tíðindi