Hvør er best á teknikvøllinum í Føroyum?

 

Í samband við landsdysturnar ímóti Kazakstan og Eysturríki skipar Giza/Hoyvík í samstarv við Okkara fyri Okkara FM á teknikvølli fyri U12 og U14.

Spælt verður 1 ímóti 1 á teknikvøllinum. Leikarirnir spæla minst 4 dystir í part. Reglurnar á teknikvøllinum eru einfaldar, dysturin er 3 min., men klárar tú gera tunnel á mótstøðuleikaran, so vinnur tú dystin.

Vinnarin í hvørjum aldursbólk vinnur steyp, ein kassa av Okkara sodavatn og eina landsliðstroyggju.
Kappingin fyri U12 verður 11. oktober í samband við Føroyar-Kazakstan, meðan kappingin fyri 14 verður 15. okt. í samband við dystin ímóti Eysturríki.
Kappingin verður hildin í Fanzone uttan fyri Dansifrøi.
Tilmelding á tlf. 73 74 25 ella [email protected].

Líknandi tíðindi