Betri-liðini

Hugstoytt í Gøtu: Víkingur-NSÍ 3-2

Eftir eitt sera lítið sannførandi avrik fyrsta korterið av seinna hálvleiki, har okkara menn lovaðu Víkingunum fullkomuliga at taka yvir, kostaðu okkum dýrt.

Góð fótbóltslíkindi vóru í Sarpugerði í kvøld, tá ið grannauppgerð var ímillum Víking og NSÍ. Eitt lítið lot lá longs eftir vøllinum, men turt var. Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær til fyrsta heimadystin hjá Víkingi í landskappingini í ár.

Burtursæð frá Klæmint, sum var leikbannaður, stillaðu NSÍ upp við somu leikarum og leikskipan, sum í seinasta dysti móti HB. Gango í málinum, Jens og Petur Paula í miðverjuni, Jonhard og Einar á bakkunum.  Sentrala miðvøllin mannaðu Rasak og Jústines, meðan Heðin og Jann Martin mannaðu kantarnar. Christian Høgni og Mamuka lógu fremstir.

NSÍ kom væl frá byrjan. Longu í 3. min. hevði NSÍ ein góðan málmøgueika. Mamuka fintaði seg frían í Víkinga brotsteiginum. Legði so bóltin fyri føturnar á Christian Høgna sum avsluttaði beinanvegin, men Geza stóð a røttum stað.

Taktikkurin hjá báðum liðunum var at leggja trýst høgt uppi á vøllinum. Hetta setur verjuleikarnar undir trýst, og mistøk kunnu geva málmøguleikar. Hinvegin er vandi fyri at vera yvirspældur. Verjuleikarnir á báðum liðunum dugdu væl at fyribyrgja vandamiklum málstøðum, og tí spurdust ikki teir stóru málmøguleikarnir burturúr.

Teir fyrstu 20 min. var spælið rímuliga javnt. Tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, hevði NSÍ yvirtakið. Okkara menn stríddust fyrimyndarliga væl, vóru fyrstir á bóltunum og løgdu støðugt trýst á Víkinga verjuna við skiftandi síðuspæli og góðum yvirlappum.

Tað lá líkasum í luftini, at skuldi mál koma í fyrra hálvleiki, so var tað NSÍ sum skuldi fáa hetta. Ikki fyrr enn 3 min. fyri hálvleik eydnaðist NSÍ at fáa leiðslumálið.

Christian Høgni vinnur bóltin beint uttanfyri brotsteigin hjá Víkingi. Rekur uppá tvørs og lokkar Víkinga verjuna við sær. Brádliga skiftir hann og sendir ein góða avlevering til ein frían Jann Martin í høgru síðu. Jann Martin trekkir nakað inn og setur so við vinstra beini bóltin eftir jørð høgrumegin Geza og í málið til 1-0 leiðslu til NSÍ.

Samanumtikið var NSÍ betra liðið í fyrra hálvleiki. Spælið var skilagott og taktiskt væl frágingið og eitt máls leiðslan var fult uppiborin. Víkingarnir hinvegin virkaðu tamir, sendingarnir vóru ikki nóg neyvar, og teir komu til sera fáar málmøguleikar. Onkur skot frá Símun Hansen langt útifrá var tað einasta, sum teir høvdu at bjóða uppá har frammi.

Ein skuldi trúð at NSÍ leiðslan skuldi givið okkara leikarum gott mót til byrjanina av seinna hálvleiki, men so var ikki. Tað fyrsta korterið av seinna hálvleiki var vanlukkuligt fyri okkara viðkomandi. NSÍ lat Víkingarnar fullkomuliga taka yvir, og tað gav trý mál til Víking fyrsta korterið.

Longu í 48. min. javnar Víkingur. Verjan fær ikki sparkað bóltin burtur í høgru síðu. Bólturin verður lagdur fyri føturnar á Símun. Hann trekkir aftur á baklinjuna og leggur bóltin mitt fyri føturnar á Sølva Vatnhamar, sum uttan nakað himpr setur bóltin í málið. Ikki sannførandi verjuspæl.

Í 54. min. er aftur mál til Víking. NSÍ missir bóltin beint frammanfyri miðjuna á egnu hálvu. Kaj Leo sleppur ótarnaður at reka inn í NSÍ brotsteigin og smekkar so til bóltin úr 25 metra fjarstøðu, og bólturin strýkur í málið høgrumegin Gango til 2-1 Víkinga leiðslu. Heldur ikki hesuferð var verjuspælið sannførandi.

Í 58. min. leggur Víkingur seg á odda 3-1. Víkingur fær fríspark í vinstru síði í 35-40 metra fjarstøðu. Bólturin verður sendur inn í NSÍ  brotsteigin, og har sleppur Finnur Justinussen ótarnaður at snitta bóltin í málið. Heldur ikki her var talan um sannførandi verjuspæl. Uppdekkingin var ikki góð nokk, og tað verður ofta sektað frá mótstøðuliðnum.

Eftir hesi skjótu Vikinga málini sá út til, at NSI fullkomuliga fór í upploysing. Markeringarnir vóru ikki tættar, og Víkingarnir vunnu so at siga hvønn bólt. Álopini skolaðu móti NSÍ málinum, og við meiri nærlagni frá Víkinga leikarunum kundu teir gott hava skorað 3-4 mál fleiri.

NSÍ venjarin var týðuliga ikki nøgdur við gongdina og valdi tí at fremja tríggjar útskiftingar, tá 65 min. vóru leiktir. Magnus, Árni og Debes komu inn, og út fóru Rasak, Jann Martin og Mamuka.

Hetta vísti seg at vera skilagott, tí NSÍ fekk betri tak á dystinum. Tað síðsta korterið av seinna hálvleiki var tað NSÍ, sum hevði yvirtakið. NSÍ fekk eina røð av hornaspørkum, sum við eitt sindur av hepni kundi vent dystinum til okkara fyrimun. Jens og Jústines høvdu góð skot, sum vóru nær við at fara í málið. Geza hevði nakrar stórbjargingar, sum helt NSÍ frá at skora.

Tá ið 1 min. er farin útum vanligu leiktíðina, fær NSÍ mál. Debes stríðist væl í høgru síðu, leggur ein góða avlevering tevering til Jens sum er komin framvið, og við hørðum góðum skoti skorar hann. Tað sum eftir var av dystinum, royndi NSÍ at trýsta, men einki mál kom aftrat, og okkara menn máttu leggja rygg til fyrsta tapið í landskappingini í ár.

Samanumtikið kann sigast, at NSÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki við leikyvirvág. Í seinna hálvleiki og serliga fyrsta hálvan tíman spældi Víkingur okkara menn fullkomuliga niður, og bert vantandi nærlagni frá Víkinga leikarunum gjørdi, at vit ikki vóru aftanfyri við 4-5 málum fyrsta hálva tíman av seinna hálvleiki.

Tað positiva, sum okkara menn kunnu taka við til næsta dyst, var liðavrikið í fyrra hálvleiki. Sum kunnugt er ikki nóg mikið at spæla gott ein hálvleik. Tí má neyvleiki og stríðsvilji vera vørumerkið allan dystin á tamb, skal gott úrslit fáast burturúr.

Vit ivast ikki í, at leikararnir taka seg saman til næsta dyst og vísa okkum, at vit kunnu spæla væl ein heilan dyst.

NSÍ møtir B68 á heimavølli við Løkin komandi mikudag, og tá reisa vit okkum aftur.

Saman standa vit sterk.

Hagtøl:

Víkingur-NSÍ 3-2 (0-1)
42 min 0-1: Jann Martin Mortensen NSÍ
48 min: 1-1: Sølvi Vatnhamar Víkingur
54 min: 2-1 Kaj Leo í Bartalstovu Víkingur
58 min 3-1. Finnur Justinussen Víkingur
91 min: 2-3. Jens Joensen NSÍ

Liðið: Gango, Jens, Petur Pauli, Einar, Jónhard, Razak (65 min Magnus), Jústines, Heðin, Jann Martin (65 min Debes), Christian Høgni, Mamuka (65 min Árni). Á bonkinum uttan at vera skiftir inn: Kristian og Namni. Venjarar Pauli og Bogi. Fysioterapeutur Marjun og liðleiðari Andras

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=122]

Líknandi tíðindi