Helgi – dagsins maður móti ÍF

Síðani 1-1 dystin móti ÍF sunnudagin hava tit havt høvi at velja dagsins NSÍ’ara í dystinum.

Valið fall á Helga L. Petersen, ið má sigast at hava fingið eitt dreyma comeback á besta liðinum hjá NSÍ. Hann hevur leikt ymsa staðni á vøllinum í ár, men einamest sannførandi hevur hann verið í verjuni – m.a. við tveimum framúr avrikum móti Fulham.

Góðar og avgerandi taklingar og mestsum einaræði í svart-gula loftrúminum sunnudagin hava havt við sær, at ti valdu Helga til dagsins mann sunnudagin við 21 % (23 atkv.) av teimum 108 givnu atkvøðunum.

Á øðrum plássi var málmanshetjan András við 16 % (17 atkv.). Og á triðja plássi var liðskiparin og málskjúttin Christian Høgni, sum aftur hendan dagin royndi at skapa rørslu í álpinum hjá okkum. Hann fekk 15 % (16 aktv.)

Í kvøld verður spennandi dystur við Løkin móti KÍ. Bæði liðini vilja hava øll trý stigini, so lagt er upp til eina góða fótbóltsuppliving.

Góða eydnu dreingir!
[poll id=”18″]

Líknandi tíðindi