Heilsurenning og barnakapping í Runavík leygardagin 3. september

Leygardagin 3. september verður skipað fyri rennikapping fyri børn og heilsurenning fyri alla familjuna í Runavík.

Byrjað verður við rennikapping fyri børn kl. 11.30. Umleið kl. 12.15 verður so heilsurenning fyri øll, ið hava hug.

Rennikappingin fyri børn

Aldursbólkar og teinar

Hjá børnum og ungum verður kappast í hesum aldursbólkum og teinum:
Gentur –7 ár (f. 2004 ella seinni) renna 1 km
Dreingir –7 ár (f. 2004 ella seinni) renna 1 km
Gentur –10 ár (f. 2001-2003) renna 1 km
Dreingir –10 ár (f. 2001-2003) renna 1 km
Gentur –13 ár (f. 1998-2000) renna 1,3 km
Dreingir –13 ár (f. 1998-2000) renna 1,3 km
Gentur –17 ár (f. 1994-1997) renna 1,3 km
Dreingir –17 ár (f. 1994-1997) renna 1,3 km

Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerki.

Tilmelding

Tilmelding er í teltinum frá kl. 10.45 og inntil ymsu tiltøkini byrja. Børn og ung, sum skulu kappast, fáa eitt startnummar.

Kostnaður

Tað kostar kr. 20,- fyri børn og ung upp til 17 ár at taka lut í rennikappingini leygardagin. Børn eru vælkomin at taka lut í heilsurenningini eisini uttan meirkostnað.

1 km teinurin

Byrjað verður við norðrara mál á fótbóltsvøllinum við Løkin. Runnið verður ein umgang móti sólini, og síðan verður farið út gjøgnum stóra portrið høgru megin norðrara málið. Runnið verður oman til og runt um Heilsumiðstøðina og Apotekið. Síðan verður runnið niðan aftur á vøllin. Har verður aftur runnið ein umgang móti sólini á vøllinum. Komið verður á mál við norðrara enda á vøllinum.

1,3 km teinurin

Byrjað verður við norðrara mál á fótbóltsvøllinum við Løkin. Runnið verður ein umgang móti sólini, og síðan verður farið út gjøgnum stóra portrið høgru megin norðrara málið. Runnið verður niðan á vegin. Runnið verður eftir gongubreytini oman til rundkoyringina. Sneitt verður til vinstru yvir móti Skúlanum við Løkin. Sneitt verður aftur til vinstru eftir gøtuni fram við Løkinum. Runnið verður eftir gøtuni niðan til vøllin við Løkin. Síðani verður runnið gjøgnum portrið inn á vøllin, har aftur verður runnið ein umgang móti sólini á vøllinum. Komið verður á mál við norðrara enda á vøllinum.

Tá børnini eru liðug at renna – væntandi umleið kl. 12.15 – byrjar sjálv heilsurenningin, har børnini, ið hava runnið kapp, sjálvandi eru vælkomin at luttaka eisini.

Heilsurenningin

Tveir ymiskir teinar eru, sum kunnu rennast ella gangast.

2 km

Byrjað verður við Ítróttarhøllina í Runavík. Farið verður úteftir Mýrunum til vendiplássið, har vent verður um eina keylu. Síðani verður farið heim aftur til ítróttarhøllina, har málið er.

5 km

Byrjað verður við Ítróttarhøllina í Runavík. Farið verður úteftir Mýrunum og yvir á Rituvíksháls, har vent verður um eina keylu. Síðani verður farið heim aftur til ítróttarhøllina, har málið er.

Sjálv heilsurenningin er ikki kapping. Øll byrja í senn, so til ber at taka støðu til, hvussu langt ein hevur hug at remnna, tá man er farin avstað.

Tilmelding

Tilmelding er í teltinum frá kl. 10.45 og inntil heilsurenningin byrjar. Luttakararnir í heilsurenningini fáa ikki startnummar men ein lutaseðil til eitt lutakast.

Lutakast

Øll, ið melda til heilsurenningina, fáa ein lutaseðil til eitt lutakast, ið verður trekt, meðan heilsurenngin er í gongd. Tá komið er á mál ber til at síggja, hvør seðil hevur vunnið hvønn vinning.

Fleiri vinningar eru. Høvuðsvinningurin er ein ferðaseðil við Norrønu við jólatúrinum til Newcastle tann 28. november.

Kostnaður

Tað kostar kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn upp til 17 ár at taka lut í rennikappingini og heilsurenningini leygardagin. Børn eru vælkomin at taka lut í heilsurenningini eisini.

Líknandi tíðindi